mynd: pngtree.com
COVID-19 Vegleiðing
frá Sandoyar Ítróttarfelag B71
Nú tað stundar til at landið letur spakuliga uppaftur og venjing og dystir standa fyri framman fyri ávís lið, so hava vit gjørt ein teig til tykkum, sum hava ósvaraðar spurningar um Korona og hvussu B71 handfarir hendan trupulleika. Vit eru tíverri ikki serfrøðingar á økinum, so øll tann kunning og tilmælir sum koma frá okkum av, er grundað á kunning og tilmælir sum vit fáa frá FSF og ÍSF, ið annars hava fingið sína kunning og tilmælir frá myndugleikunum.
Vit kunnu bert heita á fólk her á Sandoynni og sum vitja og nýta karmarnar hjá felagnum, um at virða tey tilmælir sum myndugleikarnir og felagið hava boðað frá.
Fjarstøða, reinligheit o.s.f. er enn galdandi og kanska í enn størri mun, nú vit fáa loyvi at taka upp ein part av okkara virksemi.
Vit hava gjørt okkum tann ómak at royna at savna tí kunning vit vita um hendan uppstartin í nakað sum verður kallað FAQ, ið er ein stytting fyri Frequently Asked Questions, ella Ofta Spurdir Spurningar á føroyskum.
Tit mugu endiliga hyggja inn á hesu síðu, um tit hava onkur ivamál og annars ber altíð til at spyrja nevnd ella ábyrgdarpersónar í felagnum til ráðs. Einasti máti at tryggja okkum at vit støðugt gera tað rætta, er við at samskifta og at vit sum taka avgerðirnar fáa at vita um øll iva- ella vandamál, so skjótt sum gjørligt. Á hendan hátt, so kunnu vit svara og rætta okkara tilmælir skjótast gjørligt og harvið umgangast misskiljingar og vandamiklar støður.
At enda, so vóna vit at vit komandi tíðina kunnu njóta rørslu og spæl á tryggan hátt, saman men við frástøðu, við tí fyri eyga at vit sleppa undan frástøðuni skjótast gjørligt.
- Sandoyar Ítróttarfelag B71
FAQ (Frequently Asked Questions)
Kann eg fara inn í Dal at venja?
Ja og nei.
B71 steðgaði allari skipaðari venjing í felagnum so skjótt myndugleikarnir heittu á okkum um at gera hettar.
Í skrivandi stund, so er venjingin hjá 1. deild monnum og 1. deild kvinnum uppafturtiknar frá 20.04.2020.
Bert besta mansliðið og besta kvinnuliðið hjá felagnum hava fingið loyvið at venja í felag og sum er, so er ongin onnur venjing fyriskipað av felagnum.
Børn, ung og vaksin, sum ikki leika við hesum liðum, eru tó vælkomin at nýta vøllin inni í Dal til sjálvsvenjing og/ella spæl, tá hesi liðini ikki eru á vøllinum og venja.
Fyri at tryggja okkum at øll kunnu halda á fram at røra seg og nýta økið, so heitir felagið á fólk um at virða frástøðuna á 2 metrar til einhvørja tíð,
umframt at tað er strangliga bannað at nýta venjingarútgerð hjá B71, sosum bóltar, keylur o.a., uttan við loyvi frá nevnd felagsins ella høvuðsvenjaranum.
Øll útgerð má vaskast og sprittast áðrenn brúk, so vit eggja øllum heldur at hava teirra egnu útgerð við heimanífrá, um tey ynskja at fara inn í Dal at sparka ella røra seg.
Nær byrja skipaðar venjingar aftur?
Høvuðsvenjari felagsins hevur í hesum døgum boðið áhugaðum venjingartilboð m.a. yvir netfundi einaferð um vikuna, umframt at venjarin leggur video o.a. tilfar út við sjálvsvenjing.
Enn vita vit ikki nær vit aftur fáa loyvi at fyriskipa venjing fyri ymsu liðini, verið tað seg børn, ung ella vaksin, men seinasta vit vistu, so fáa vit nærri kunning um hettar og í fyrsta lagið sleppa onnur lið í gongd aftur 04. mei.
Enn vita vit tó ikki um hettar, í so fall, merkir øll lið, ella bert útvald lið at byrja við.
FSF hevur harafturat lagt venjaratilfar út á síðuna, við boðum uppá sjálvsvenjing. Hesar kunnu takast niður her.
Hvørjar eru mannagongdirnar fyri venjing í løtuni?
Í stuttum, so hava vit fingið strang boð um hvussu vit handfara og hvør handfarir útgerð.
Bóltar skulu vaskast og sprittast áðrenn brúk, vestar skulu bert nýtast einaferð og síðani vaskast og øll onnur venjingarútgerð skal vaskast og sprittast áðrenn brúk.
Somuleiðis hava vit fingið boð um at so fá fólk sum gjørligt handfara útgerð, umframt at leikarar sum møta til venjing, vaska og spritta sær hendur, áðrenn og aftaná hvørja venjing.
Allir leikarar møta í venjingarklæðum tá teir koma til venjing og fara heim at skifta eftir lokna venjing. Skiftirúmini eru stongd.
Allir leikarar hava egnan drekkidunk við til venjing og um man er sjúkur ella er illa fyri, so verður man biðin um ikki at koma til venjing.
Tann fulla Korona vegleiðingin hjá FSF kann annars takast niður her.
Hvussu verður við dystum?
Betri deildirnar hjá monnum og kvinnum byrja sína kapping 09. mei, meðan 1. deild menn byrja vikuna eftir 16. mei.
Nýggj kapping er løgd og fyrsti dystur hjá 1. deild monnum er sum sagt 16. mei.
Ongar aðrar deildir eru kunnaðar okkum enn, og vit vita tíverri heldur ikki hvussu hesar fara at vera háttaðar hettar kappingarárið.
Vit royna tó at kunna limir okkara javnan yvir bólkar á Facebook, umframt á hesi sergjørdu korona síðu.
Hvussu verður við áskoðarum?
Leikt verður uttan áskoðarar, í øllum førum inntil annað verður okkum fráboðað.
Feløgini hava fingið boð um at heita á allar áskoðarar at virða hesi boð og ongin áskoðari sleppur at uppihalda seg á dystarøkinum rundanum vøllin, eiheldur á parkeringsøkinum, verið tað seg til gongu ella í bili.
Vit hyggja tó uppá eina møguliga loysn at bjóða fólki heldur at fylgja við á netinum tá fyrstu dystirnir vera.
Hvat hendir um leikarar byrja at vísa sjúkutekin?
Í fyrstu atløgu, so taka vit øll møgulig fyrivarni fyri at ongin smitta skal breiða seg orsaka av okkara virksemi.
Tó, kann man ongantíð vita seg sikran og tí hava allir leikarar fingið boð um at virða tilmælini, ið siga at hevur man tekin uppá sjúku ella ivast í heilsuni, so skal man undir ongum umstøðum møta til venjing/dyst.
Skuldi tað hent seg at leikarar verða staðfestir sjúkir við COVID-19, so eru boðini at allur hópurin skal í sóttarhald í 14 dagar.
Hvat hendir tá við venjing og dystum?
Hesin spurningurin kunnu vit mest gita um, aldan tí nógv av hesum er so nýtt, men skuldi tað hent seg at COVID-19 verður staðfest millum leikarar í einum felag, so er tað okkara besta boð at venjing og dystir verða avlýstir í tíðarskeiðinum har hesi sita í sóttarhaldi. Kappingin verður tá justerað eftir tørvið/førimuni. Týdningarmikið at leggja sær í geyma at vit gita í hesum førinum, heldur enn at vita.