Fótbóltstilmelding

Tilmelding av leikara

2023

Seinastu árini hevur Sandoyar Ítróttarfelag B71 havt stuðulsavtalu við høvuðsstuðulin, Sandoy Seafood, ið merkir at allir barna- og ungdómsleikarar kunnu melda seg til og spæla við B71, har høvuðsstuðul okkara stuðlar felagnum við kostnaðin av øllum tilmeldingunum. Hettar merkir stutt sagt at tað er ókeypis hjá øllum barna- og ungdómsleikarum at venja og leika við felagnum.

 

Leikaragjald (børn/ung)
Luttøka hjá børnum og ungum í Sandoyar Ítróttarfelag B71 er ókeypis.

Leikaragjøldini sum stuðulskostnaðurin av fyrstan tíð var grundaður á, vóru hesi:

  • 400 kr fyri 1. barnið
  • 300 kr fyri 2. barnið
  • 200 kr fyri 3. barnið

Fjórða tilmeldingin er ókeypis

Leikaragjald (vaksin)
Kostnaður fyri luttøku hjá vaksnum er:

  • 100 kr fyri 1. deild menn
  • 400 kr fyri Kvinnur
  • 100 kr (limagjald) fyri 3. deild menn, Old Boys, Old Girls og Heilsufótbólts íðkarar


Limagjald
Útyvir leikaratilmeldingar, so verður eisini møguleiki fyri at tekna seg sum (hvílandi) lim í felagnum og gjalda limagjald. Limagjaldið er 100 krónur um árið.

Fyri at gerast limur í B71, ber til at seta seg í samband við Hanus Johannessen á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella á 27 71 15


Motus Sport
Klædnaveitarin hjá B71 er Motus Sport úr Klaksvík.

Øll B71 klæðir og útgerð fæst við at seta seg í samband við klædnaveitaran.

Dystarklæðir hjá børnum og ungum verða pr. 2023 ikki keypt av felagnum sjálvum, men kostnaðurin av hesum liggur hjá foreldrum at leikarum, ið sostatt eiga leikarasettini sjálvi. Til ber at seta seg í samband við samskipara felagsins, Kristrunn Petersen, um keyp av dystarklæðum.

 

Drívið á B71!