Uppruni
Søgan hjá oyggjarfelagnum B71 strekkir seg einans aftur til 1970, men ítróttarsøgan hjá sandoyingum røkkir væl longur aftur í tíðina...
Lítið er niðurskrivað um ítrótt í Sandoynni, men tíðum verður havt á orði um fótbóltsdystir millum heimasandsmenn og skopuningar síðst í trýssunum. Spælt var heima á Sandi og úr Skopun kom ein hópur av fólki at hyggja at. Eftirsum ongar málstengur vóru tøkar, nýttu teir steinar ístaðin.
Spælt var á sandundirlagi og tí hevði ongantíð verið hugsingur um at stovnað nakað felag, ið kundi kappast á jøvnum føtið við onnur feløg í Føroyum, ið longu høvdu heilt nógv ár á baki.
Hetta broyttist alt í 1970, tá skúlin varð bygdur og vøllur var lagdur við síðunar av. Fyrsta árið æt ítróttarfelagið "Sand", síðan allir leikararnir komu av Sandi, men tá tað legðist afturat úr hinum bygdunum, varð gjørt av at broyta navnið árið eftir. Felagið kom tí at eita "Sandoyar Ítróttarfelag B71".
Vípan
Fótbóltur hevur leingi verið best umtókta frítíðarítriv á Sandoynni, men soleiðis var ikki altíð...
Hondbóltsfelagið Vípan var stovnað á Sandi um várið 1942, av læknanum Leif Dahl, ið tók stig til at leggja flag omaná sandin niðri á Sand, so genturnar fingu spælt á vøllið.
Seinni vórðu hesar vandar av læraranum Kjartan Hentze. Tær vunnu sítt fyrsta meistaraheit í 1944 og aftur í 1949. Eftirhondini datt hondbólturin niðurfyri, men síðan nýggja ítróttarhøllin var bygd, hevur verið tosað um at endurstovnað Vípuna.
Byrjunarárini 1970-1985
Fyrstu árini virkaðu uppbyggjandi fyri komandi ættarliðið, ið fóru at mynda eitt komandi meistaralið seint í 80'unum...
Leikarar sum Eli Hentze, Torbjørn Jensen, Róin og Jóan Petur Clementsen, Ib Mohr Olsen, Páll av Reynatúgvu og Bjarkli Mohr, bert fyri at nevna nakrar, vóru allir ungdómar hesu árini.
Meistaraliðið 1986-1989
Árini 1986-1989 eru gylt árstøl í B71 søguni...
Hesi árini vunnu B71 3. deild, fluttu upp fyri fyrstu ferð í søgu felagsins og eftir bert tvey ár í næstbestu deildini, vunnu teir eisini 2. deild í 1988, fyri síðan at blíva Føroyameistarar í 1989, uttan at tapa ein tann einasta dyst alt kappingarárið. Higartil er hettar einasta meistaraheitið hjá felagnum.
Føroyameistarar, Niðurflytarar, Uppflytarar 1990-1991
Eftir eitt stórsligið meistaraár, fylgdi eitt serstakliga vánaligt niðurflytingarár...
B71 megnaði á ongan hátt at endurtaka bragdið frá '89, men mátti ístaðin tað tungu leiðina niður í 2. deild aftur. Tíbetur vóru teir alt ov góðir til at verða verandi meira enn tað eina árið í næstbestu deildini og vóru aftur at síggja í bestu deildini kappingarárið 1991.
Steypaárini 1993-1994
B71 steðgaði bert tað eina árið í 2. deild...
Hóast meistaraheitið ongantíð bleiv endurvunnið, vóru B71 væl við í fyrru helvt av 90'unum. Hesi árini endaðu teir ongantíð lægri enn nr. 4 líka fram til 1996.
Ístaðin vendu øll eyguni ímóti steypakappingini har B71 byrjaði at gera um seg. Í 1993 spældu teir seg líka í finaluna og vunnu hana 2-0 ímóti HB. Eins og við meistaraheitinum var hettar fyrstu og einastu ferð higartil. Tó so, árið eftir vóru teir aftur í finaluni, men taptu 2-1 ímóti KÍ.
Upp og niðurflyting 1996-2006
Í nærum 10 ár hevði B71 flutt seg sera nógv og tí var tað ein dyggur smeitur tá kappingarárið 1996 endaðu við einum 8. plássið, eftir at hava verið nr. 4 árið fyri..
Árið eftir í 1997 endaði B71 á niðasta plássi og reyk tí beinleiðis niður.
Sjálvt um besta mansliðið kláraði, sum ikki einaferð, at flyta uppaftur árið eftir, og fekk hildið sær uppi í nøkur ár, fluttu teir niður í 2001 og vóru verandi niðri líka fram til 2006.
Kvinnufótbólturin
Higartil hevur so at siga alt snúð seg um mannfólkafótbólt, men síðst í 90'unum og eitt sindur inn í aldarskifti, vóru tað kvinnurnar, ið tóku seg fram...
Umframt at barna- og ungdómsfótbólturin høvdu lið ið vunnu alskyns medaljur og deildir, var nógv fokus á "Gullgentunum" hjá B71, ið vóru eitt tað besta liðið hjá B71 hetta tíðarskeiðið. Tíverri datt kvinnufótbólturin so smátt niðurfyri, og í longri tíð eyðnaðist tað ikki nøkrum liði at koma eins langt og B71 kvinnurnar komu seint í 90'unum.
Síðan 2017 hevur B71 tó havt eitt ógvuliga væl skipað samstarv við Argja Bóltfelag um gentu- og kvinnufótbóltin og hettar, saman við betri skipaðari venjing, hevur veruliga sett gongd á kvinnufótbóltin í Sandoynni aftur.
B71 luttók við felagsliðnum AB/B71 í bestu deildini í 2021, men samstarvið slitnaði tíverri eftir lokið kappingarár.
Nýggjar tíðir
Mansfótbólturin hevði verið í einum aldudali í nógv ár, men í 2006 kláraðu B71 at enda at vinna 2. deild og flyta upp...
Uppflytingin í 2006 merkti eisini eitt ættarliðsskifti fyri mansfótbóltin. Gomlu kempurnar frá '89 vóru allir givnir, og ístaðin vóru nýggir leikarar settir við. Hetta merktist á spælinum, og úrslitini fylgdu eisini. Fyrsta árið megnaðu leikararnir uttan trupulleikar at halda sær uppi og viðhvørt vunnu teir enntá á teimum størstu liðunum. Minniligast man verða 3-0 avsmyrjingin ímóti HB á fyrsta leikdegi, við hattricki frá Magnusi Olsen.
Næstu árini vóru heldur torførari hjá B71, ið flutti upp og niður millum bestu og næstbestu deildina, áðrenn vit at endans máttu tværreisur tungu leiðina niður í triðjbestu deildina at venda. Í 2017 fluttu vit uppaftur úr 2. deild og árini 2018 og 2019 hóraðu vit undan niðurflytingini, meðan vit spakuliga hava klórað okkum longri uppeftir stigatalvuni seinastu árini. Í 2021 endaðu vit á fjórða plássið bert tvey stig frá uppflyting og ætlanin er at vit um ikki so nógv ár aftur verða at síggja í bestu deildini í mansfótbólti.
Ítróttarhøllin
Á vetri 2012 lat Ítróttarhøllin á Sandi dyrnar upp.
Við hesari nýbygging fingu sandoyingar møguleikar sum ongantíð fyrr at íðka, venja og stuttleika sær við innandura ítrótti av alskyns slagið. Longu nú er stórur áhugið fyri høllini, bæði til hondbólt, flogbólt og innandura fótbólt, umframt at tað nú er møguleiki fyri øðrum ítrótti, ið ongantíð áður hevur verið at sæð í oynni.
Tað er ongin ivi um at ítróttarhøllin fer at vera ein styrkur, ikki einans fyri oynna og fólkið her býr, men eisini fyri ítróttarfelagið B71, ið endiliga fær møguleika at liva upp til tað fjølbroytni, ið orðið "ítróttarfelag" leggur upp til.
Búnin
Hóast B71 er eitt lítið felag, sjálvt í føroyskum høpið, hevur felagið havt nógvar ymiskar búnar. Heimavallalitirnir eru gult og blátt, meðan útivallalitirnir hava oftast verið bláir, ella hvítir og bláir, eins og litirnir í búmerkinum.
Allarfyrsti búnin var ein heilgul troyggja við bláari rond, ið var sera vanligt í 70-unum tá B71 varð stovnað. Tá vóru ongir lýsarar á troyggjuni og búmerkið varð seymað á við hond. Einasti munur frá tí upprunaliga búnanum er, at guli liturin er vorðin eitt vet myrkari til tíðir.
Í 2018 tóku vit tað avger at brótast skuldi upp úr nýggjum og hettar kappingarárið var búnin heil gulur. Gular blusur, gul shorts og gular hosur.
Búmerkið
Búmerkið hjá B71 er ein fótbóltur, ið hvílir á einum føroyskum flaggi, ið er formað sum eitt skjøldur. Omaná bóltinum er "B71" skrivað við reyðari skrift.
Guli fótbólturin vísir høvuðsítróttin, ið B71 var grundað á og høvuðslitin hjá felagnum.
Eins og við búnanum, er búmerkið óbroytt frá tí at felagið varð stovnað.
Jógvan í Klingruni sniðgav búmerkið.