Góður endi á fyrru hálvu

Tað hevur ikki gingið eftir vild seinastu tíðina hjá besta mansliðnum. Ein síðsti dystur ímóti oddaliðnum B36 var tískil stórur gloypibiti, men tá avtornaði, so greiddu okkara setningin.

B71 hevði undan dystinum í farnu viku, ikki vunnið ein dyst í yvir tveir mánaðir og av tí sama, rapaðu vit niðureftir stigatalvuni, eftir eina heldur væl betri byrjan enn vanligt.

Vit vóru heilt niðri á 7. plássi og vendu og hóast sigurin mikukvøldið bert fekk okkum upp á eitt 6. pláss, so kunnu vit, við einum sigri í útsetta dystinum móti KÍ, leggja okkum undir liðina á bæði AB og TB, ið eru nærmastu kappingarneytar okkara í uppflytarastríðnum.

AB skulu vit enntá spæla ímóti longu á ólavsøku, so tað skerst ikki burtur at hesin dystur hevur alstóran týdning fyri bæði liðini, skulu uppflytaravónirnar annaðhvørt styrkjast ella haldast lív í. Vit mugu tó halda fokus á hendan dystin og ikki hugsað stórvegis um nakað uppflytarastríð, nú vit ikki beinleiðis eru har í løtuni.


Betri taktir í Gundadali

Tað var at kallað eitt hamskift lið í Gundadali ímóti teimum hvít/svørtu úr Havn. Nógv spæl og møguleikar, men nógv meiri hóttandi enn áður og tað gingu heldur ikki meir enn 20 minuttir, so hevur Jónatan Kjærbo lagt B71 á odda. Ein móti ein ímóti Bjarta Mørk í málinum, setur Kjærbo bóltin kalt í netið til 1-0.

Eitt kvarter seinni er Áki Hentze uppá spæl og økir til 2-0 og stutt eftir steðgin í 51. minutti er tað Tijani Yakubu, ið kann skora sítt 8. mál í ár og so er 3-0 til B71.

Yvirhøvir, so vóru tað ikki nógvir møguleikar til B36 í dystinum, men í 90. minutti fáa teir tiltuskað sær eitt mál, tá Tobias Hansen minkar um munin til endaliga úrslitið 3-1.


Sigur 1 av 2 á Tórsvølli

Fyri framman stendur ein týdningarmikil ólavsøkudystur, aftur á Tórsvølli.

28. juli kl. 19.00 verður heimadystur hjá B71 leiktur á okkara felags heimavølli og tá koma argjamenn á vitjan. Sermerkti ólavsøkudysturin er eitt felags samstarv millum B71 og AB og allar útreiðslur og inntøkur verða deildar á degnum. Tí er lagt upp til góðan fíggjarliga vinning fyri bæði feløgini, umframt eitt serligt upplivilsi í alrabesta ólavsøku stemningi.

Vit vóna sjálvandi at okkara gul/bláu standa seg væl og sjálvandi hevði tað verið gott við einum sigri at halda lív í uppflytingarvónunum, ið seinastu vikurnar eru minkaðar nakað, men fyrst og fremst, so fyrireika leikarar okkara seg væl til aðru hálvu og so fáa vit at síggja um ólavsøkan verður best fyri sandoyingar ella argjafólk.

Vit gleða okkum og gleða okkum eisini at bjóða tykkum øllum somlum vælkomnum, antin tit halda við B71, AB ella bara koma á Tórsvøll hendan dagin sum neutralir áskoðarar. Tað verður ein stór veitsla og uttan iva eitt ógloymandi kvøld fyri leikarar og áskoðarar.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar