2 mánaðir og eitt sindur afturat

Besta mansliðið fór frá at liggja trygt á odda, til at nærkast botninum, alt uppá tveir mánaðir.

Uppá gott og ont, so megnar B71 ofta tað mest ótrúliga. Tíðum spæla vit yvir evnir og bara tað at vit eru so kappingarførir sum vit hava verið seinastu árini í næstbestu deildini, eru tað ikki nógv lið, við einum fólkagrundarlagið á 1300 fólk, ið høvdu megnað. Hettar mugu vit altíð hava í bakhøvdinum, tá tær ringu tíðirnar koma. Vit megna meir enn tey flestu og vóru vit fleiri, so megnaðu vit ivaleyst uppaftur meir.

Tí er tað nærliggjandi at spyrja seg sjálvan, um vit eru komin har sum vit megnað við núverandi fólkatalið, vinnu, stuðlum og fíggjarligum rásarúmið?

Klárað vit nær við, men ikki heilt upp at ringja? Ella er brekkan bara so tung og long, at tað kenst sum vit ongantíð koma niðaná? Nærliggjandi spurningar at spyrja seg sjálvan, nú B71 hevur leikt í yvir 2 mánaðir uttan ein sigur. Gamaní, spældu vit nakrar dystir ímóti sera truplari mótstøðu, m.a. TB og AB, har vit vunnu okkum stig, men gott kundu fingið meira, umframt dystir ímóti bæði NSÍ og FC Hoyvík, har tað er eitt satt undur at vit ikki skora neyðugu málini og enntá tapa dystirnar.

Tað er eitt ávíst hepni, ið skal til, skal man spæla við teimum bestu og tað er synd at siga at vit eru serliga hepnir í løtuni. Seinasta dømi um hettar er dysturin fríggjakvøldið ímóti Víkingi, har vit høvdu betri vónir um at reisa okkum og fara heim aftur við einum betri úrslitið, men aftur hesu ferð kiksa vit. Har vit undanfarnu dystir hava spælt sera góðar fyrru hálvleikir, men lorkað alt burtur í seinna, so undirpresterað vit reiðiliga í fyrra hálvleiki og lata tvey býttislig mál inn beinanvegin, fyri síðani at gera broytingar á liðnum og spældu rættuliga nógv betur í øðrum hálvleiki, til tíðir ógvuliga væl.

Málini koma tó ikki, og dó. Jónas Warner skorar eitt sera flott mál, tá hann høggir til, næstan við rygginum ímóti málinum, beint uttanfyri sekstanmeturin í allarseinasta sekundi og minkar um munin til 2-1.

Ósigurin var tó meir ella minni staðfestur um hettar mundi og "sviðin kenst so meinur", sum tað verður tikið til í sanginum, tá bitið verður í ein knykil í pylsuni. At byrja so væl, fyri síðani at enda so illa.

Tó so. Her er ein dystur eftir áðrenn summarferiuna.


Ein undarlig deild

Tá alt er sagt, til syvend og sidst; so er tað eitt undur at B71 ikki er langt, langt aftast, havandi í huga at vit síðani 27. apríl, bert hava vunnið okkum 2 stig.

2 stig. Tað er óhoyrt og kortini liggja vit 7 stig frá uppflytaraplássinum við einum dysti færri enn restin. Tvs. at vendi gongdin í dag og vit byrjaðu at vinna aftur, og tá vil tað siga at vit vinna resterandi dystin, so eru tað bert 4 stig, ið skulu heintast meir enn hini bæði uppflytaraliðini AB og TB.

Hettar er ikki ein roynd at siga at hettar er realistiskt, men illustrerar at hóast vit av røttum áttu at verið hektaðir av, uttan ein verðsins kjans, so eru vit tað als ikki.

Tíverri kemur tað at krevja stórar broytingar og ótrúliga nógv betur úrslit og innsatsur, enn vit hava verið førir fyri í seinastuni. Møguleikin fyri at vit megna tað, er sum vera men, teoretiskur. At best.

Ístaðin mugu vit venda aftur til tað sum vit altíð venda aftur til, tær eftirhondini nógvu ferðirnar vit hava verið í júst somu støðu. Ein dyst at gangin og so mugu vit síggja hvat tað endar við.

Næsti, og seinasti dystur áðrenn summarsteðgin, verður í Gundadali í annaðkvøld kl. 18.30. Vit vóna tað besta, men vit kunnu eisini gera mun sum áskoðarar. Tað er at møta upp til dyst og rópa seg hás. Leikararnir og liðið hjá okkum hevur væl meiri brúk fyri rós og eggjan í morgin, tá ongin kennir sviðan meir enn júst teir, tá tað gongur illa.

Latum okkum stuðla - sum ongantíð fyrr!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar