Vóru nógv betur

Sjáldsamt at hava eina tílíka yvirskrift í einum dysti millum tvey lið, ið bæði kappast um pláss í oddinum, men tað var onki at ivast í, at TB vóru teir hepnaru at sleppa heimaftur við einum stigið hendan dagin inni í Dal.

Undan dystinum var tó onki ið boðaði frá at einum tílíkum yvirvág hjá heimamonnunum. TB vann 4-0 í landskappingini dystin frammanundan ímóti HB og ímóti Betri deild liðnum hjá B68 fáar dagar frammanundan vóru tvøroyramenn stinnari og vunnu seg víðari eftir brotssparkskapping. Møguliga tað var tætta dystarskráin, ið hevur gjørt sítt til at tað var eitt veikari TB lið, ið møtti hendan dagin inni í Dal og hvussu so er og ikki, so eru tað kortini teir, ið byrja dystin betri.

Tað skuldu í grundini bara 3 minuttir til, so lá bólturin í netinum hjá heimaliðnum, tá TB spælir bóltin yvirum verjuna yvir í høgra borð, til ein púra leysan TB vong, ið rennir aftur ímóti baklinjuni og leggur bóltin flatt inn fyri, har tveir mans standa. Fyrsti maðurin er dekkaður, men fær ikki bóltin. Ístaðin fer hann víðari til næsta mann, Aron Sørensen, ið fær sett bóltin í netið, ímillum beinini á Jákupi Høgnasyni hjá B71, ið er komin niður í eina glíðandi takling at forða skotinum. Klæmint stendur sum negldur í málinu og bólturin trillar spakuliga inn í málið. 1-0 til útiliðið.

Restina av hálvleikinum er tó lítið hjá TB at gera. B71 tekur yvir og teir eru hepnir at TJ hevur ein "off-day" frammanfyri málinum hendan dagin, tí har eru minst tvær ferðir í dystinum har hann hevur 100% møguleika frammanfyri málinum. Afturat hesum, so verður hann, nokkso greitt, koyrdur um koll í sekstanmetrinum hjá TB, men dagsins dómari lat ikki við seg koma, ið annars dømdi ein hampuligan fyrra hálvleik, men til annan hálvleik, hevði tað næstan verið frægari um hann bara hevði sitið eftir í skiftirúminum.

B71 fær tó útjavnandi málið í fyrra hálvleiki, tá bólturin ferðast frá vinstru síðu, allan vegin yvir til Eduardo Coimbra í høgru síðu, ið leggur bóltin hart og flatt inn fyri. Verjuleikarin, Ndende, er ikki heilt klárur at rudda burtur og letur bóltin fara og málverjin verður somuleiðis tikin á bólið og bólturin ferðast sostatt allan vegin inn í vinstru síðu av málinum. 1-1.

2. hálvleikur byrjar har fyrri slepti og tað kenst mest av øllum sum um tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn B71 fær leiðsluna. Hettar inntil eina støðu eftir góðan tíma av leiki, tá Hunter í grundini átti at skalla bóltin. Hann velur at taka hann niður við bringuni, men tað eydnast ikki at gera meir, tí TB áloypari kemur busandi inn í Hunter, dettur á hann, so verjuleikari okkara eisini má niður í gólvið og nú má man næstan spyrja dómaran hvat gekk gjøgnum høvdið hjá honum í hasi løtu, tí hann letur spælið ganga víðari og tað elvir til at tveir TB leikarar gerast púra etandi fríir ímóti málinum. Nýinnkomni Fróði Højsted er einasti maður, ið er nærhendis mannin við bóltinum og tað skal vísa seg at hann bert fær 3 minuttir hendan dagin, tí hann sær ongan anann møguleika enn at fara niður í eina alt ella onki takling og fær bara mannin. Sjálvandi er hettar reytt kort, men var bara dømt rætt av fyrstan tíð, so var hettar aldrin komið fyri.

B71 má spæla dystin víðari við 10 monnum, umframt at verjuleikari okkara Jákup Høgnason mátti verða skiftur út beint frammanundan og seymast. Seint í dystinum fær Áki Hentze albogan í høvdið, so tað sigur ikki onki um hvat stendur uppá spæl og hvussu týdningarmikið tað er við rættari døming í avgerandi støðum. Hettar var heldur svikaligt í øðrum hálvleiki tíverri.

Endaliga úrslitið gjørdist tó ein 1-1 javnleikur og eitt stig í part. Hendan dagin spældi B71 tó væl betri fótbólt og átti at hava tryggjað sær øll trý stigini. Soleiðis bleiv tó hesu ferð og vit mugu gera hvat vit kunnu fyri enn eina ferð at tryggja okkum stigini í sera týdningarmiklari odda uppgerð í Suðuroynni ímóti FC Suðuroy.


Aftur til Suðuroyar

Tað er ikki nógv meir enn ein mánaði síðani vit vóru í Vági og tryggjaðu okkum hendan dagin 3 stig á Eiðinum.

FC Suðuroy taptu leygardagin ímóti Víkingi, ið hevur hálað seg upp ájavnt við teir á 3.-4. plássunum. Víkingur spælir ímóti HB næstu ferð, meðan AB, ið somuleiðis nærkast, hevur torføran dyst ímóti enn ósigraða B36 liðnum, ið, nakað óvæntað, heldur á fram at liggja nr. 1 í næstbestu deildini.

Fyrst og fremst mugu vit tryggja at vit halda málið reint í Suðuroynni og ikki tapa øll stigini. Verður tað enn ein javnleikur, kann man siga at tað tænir okkara endamálið meir enn mótstøðu liðnum og tískil er tað minni trýst á okkara monnum.

Hinvegin so fara tað leygardagin at verða akkurát 28 dagar ella 4 vikur síðani vit vunnu seinasta dyst, so tað má sjálvandi vera málið, hóast mótstøðuliðini hava verið tey stinnastu í løtuni, fyrst Vìkingur har vit taptu, síðani AB og nú TB, ið vit hava fingið javnleik ímóti.

Tað stutta av tí langa er at her eru bara ongir lættir dystir eftir í næstbestu deildini. Næstbestu liðini eru næstan líka sterk sum bestu liðini hjá ymsu feløgunum og tað er gott fyri bæði okkum og føroyskan fótbólt, tí tað skerst ikki burtur at tað ger lopið upp í bestu deildini eitt vet meiri yvirkomiligt, enn tað undanfarin ár hevur verið. Vinnur man hesa deildina í ár, so hevur man vunnið á nokkso nógvum, rættuliga góðu liðum.

Vit byrja á nýggjum í Vági í vikuskiftinum, har vit helst skulu hava øll trý stigini.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar