Áttu hvør sín hálvleik

"A game of two halves". B71 spældi heldur illa í 1. hálvleiki, serliga í verjustøðum, men hettar broyttist markant í øðrum hálvleiki, har vit gjøgnumgangandi bara vóru meira avgjørdir.

Tað var ein dýrdardagur til fótbólt í gjár kl. 16.00, tá sandoyingar og argjafólk hittust á Argjum til 1. deildar dyst, sjálvsagt millum AB og B71. Ein dystur, ið enska frásøgufólki á dystir.fo eyknevndi "The Subsea Tunnel Derby". Forkláringin har man vera at AB eru nærmastu grannar í fótbóltshøpi.

Óansæð, so eru feløgini nokkso lík uppá nógvar mátar, umframt at vit frammanundan eisini hava samstarva nógvar ferðirnar um ymisk lið. Hettar ger eisini sítt til at elva til eina ávísa grannauppgerðskenslu.

Ofta hava argjamenn havt munin í seinastuni og tíðum hava tað verið sandoyingar, ið eru komnir á vitjan og verið undirtippaðir. Í ár er støðan eitt sindur øðrvísi, um man hyggur at stigatalvuni aleina. Har lógu B71 undan dyst, nokkso fitt frammanfyri og í oddinum í deildini, meðan AB lógu longri niðri og høvdu størri tørv á stigum enn B71 í júst hesum dystinum. Kanska hettar merktist eisini eitt sindur aftur í byrjanini á dystinum, har argjamenn vóru naskir og raskir, meðan sandoyingar lógu eitt sindur í bíðistøðu og vildu ikki heilt fara nóg harðliga til verka.

Í øllum førum var allarfyrsta málið, longu eftir 7 minuttir av spælið, eitt skúladømi um hvat hendir, tá leikarar gloyma at taka ábyrgd.

Alt byrjar við at Hunter førir bóltin fram í álopsstøðu, men missir hann lættliga langt frammi á vøllinum. Filip í Liða hjá AB fer til stroks, framvið Boga Hentze, ið sær at tað verður vandamikið og heldur fast, allarhelst til eitt gult kort um hann blívir við, men ofta er tað at fyritrekkja enn at ein maður sleppur púra fríur í eini umstilling. Bogi sleppur tó nokkso skjótt, tí Óli á Reynatúgvu kemur aftur og hevur møguleika, saman við Hunter, ið somuleiðis rennir aftur, at taka bóltin av viðkomandi, men hvørgin av teimum fer nóg sannførandi í eina takling og Filip sleppur ótarnaður at renna framvið. Næsti maður, ið traðkar fram at takla er Fróði Højsted, men eisini hann selir seg og nú er reiðiliga vandamikið í verjuni, tí nú eru tað knappliga 4 AB leikarar ímóti 3 B71 verjuleikarum og alt bakkar av tí sama. Heilt aftur til egnan 16 metur, áðrenn bólturin verður lagdur til rættis fyri Jón Steingrímsson, ið hevur ríkiligt av tí at skjóta og skýtir hart og lágt við nærmastu stong. 1-0 til AB, hóast teir ongantíð í verðini áttu sloppið heilt fram til nakað sum líktist einum málmøguleika.

Tað eru eisini AB, ið spæla væl betur hendan hálvleikin, hóast B71 bítir frá sær til tíðir. Enntá fáa vit bóltin í málið í 26. minutti, eftir eitt frálíkt trekk úti í høgru síðu, ið verður lagt hart innfyri og skotið í mál. Linjuverjin dømir tó offside og ístaðin er tað AB, ið ger sær dælt av trilvandi spæl frá okkaru síðu og økir til 2-0 í 42. minutti. Hesuferð er tað Dánjal Danielsen, ið sleppur at smekka bóltin í mál í einum stórum trunka í 16 metrinum.

Í øðrum hálvleiki tykjast sandoyingar at hava fingið skil á, men tað skulu tvey mál skorast, áðrenn bert tað eina stigið er í væntu. Vit trýsta nógv og leingi og gera okkum sum heild betur ómak við tí vit gera. Nú byrjar liðið endiliga at vísa hví teir liggja so ovarliga sum teir gera, men hóast alt, so standa argjamenn stinnir og verja. Ikki fyrrenn í 74. minutti bragdar. Longu hornasparkini hava sitið illa allan dystin, men hesu ferðina bragdaði loksins. Jónatan Kjærbo, ið var sera eyðsýndur hendan dagin og arbeiddi væl, sendir bóltin innfyri og Aron Knudsen kemur stórloypandi við aftastu stong og skallar bóltin inn og minkar um munin til 2-1.

Tað byrjar at síggja út sum um sandoyingar hava bíðað ov leingi við góða spælinum, men tíbetur hava vit neyðuga hepni við okkum tá á stendur, umframt at B71arnir berjast sum úlvur á skóg, tó uttan at tveita bóltar burtur.

Liðskiparin, og miðverji, Romulo, fer meir og meiri við í álopsspælið fyri at leita eftir útjavnandi málinum og hettar ber eisini við sær fleiri vandamiklar støður.

Í 89. minutti sendir hann bóltin fram til innskifta Sprota í Dímun og rennir sjálvur innfyri. Sproti roynir at venda og skjóta innleggið inn fyri, men verjuleikarin fer sama veg, ístaðin snarar hann seg kvikliga á og morar bóltin hart innfyri. Fyrst fer hann beint uppum nærmasta verjuleikara, síðani er Romulo sjálvur bara sentimetrar frá at snitta bóltin, men tað letur ikki til at hann fær kontakt við bóltin. Bólturin sleppur at ferðast víðari inn í sekstanmeturin og situr so dygst úti við handaru stong, tá avtornar, og fer beinleiðis í mál. Sum sagt, tey telja øll, óansæð um man meinar tað ella ei. 2-2 og stór frøði á vitjandi áskoðarafjøld og útivalla liðnum, ið tekur til takkar við einum stigið tá avtornar, hóast nakrir nervøsir minuttir verða leiktir afturat.

2-2 gerst endaliga úrslitið og B71 kann í grundini gleðast meiri um hettar úrslitið í seinasta enda.


Til Suðuroyar vit fara

Úrslitið á Argjum og úrslit aðrastaðni bera við sær at B71 heldur fast við 2. plássi í deildini, eitt stig frammanfyri FC Suðuroy og 4 stig frammanfyri TB á 4. plássinum.

Sigast skal at leiðslan kann gerast ódrúgv, um vit ikki traðka í karakter skjótari og avgreiða komandi dystir meiri sannførandi enn hendan dagin á Argjum. Hinvegin skal sigast at tað vísir stríðsviljan og hegni at fara afturum 2-0 og kortini ikki missa høvdið. Hendan dagin snávaðu vit, men funnu stevið aftur og fingu eitt stig til høldar, heldur enn at detta í gomlu felluna við illsinni, kortum og taptum dystum.

Komandi leygardag verður tað aftur á heimavølli, enn eina ferð ímóti TB, ið seinast teir vitjaðu, hildu fast í einum 0-0 javnleiki. Leygardagin eftir, skulu vit enn eina ferð til Suðuroyar, at vitja FC Suðuroy í Vági. Seinasta dyst vunnu vit, sum kunnugt, 2-0.

Kappingin í deildini er gróthørð og hóast tað sær gott út í skrivandi stund, eftir at fyrsti triðingurin av dystum er farin afturum, so mugu vit vera klárir við einum eldhugaðum innsatsi hvørja einastu ferð, tá tað kann væntast at árið í ár fer at vera eitt stríð til strikuna!

Síggjast inni í Dal komandi leygardag, tá vitjandi liðið av Tvøroyri skal heim við ongum!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar