Snáva, av og á

Nógvar dystir spæla vit væl og tykist sum vera ongin trupulleiki at vinna øll lið. Og so raka vit elendigar dagar, har onki ber til. Ein tílíkur var fríggjakvøldið, tá Víkingur var á vitjan.

Stóri spurningurin er so hvat ger at man missur takið á einum dysti í so stóran mun sum vit gjørdu hendan dagin inni í Dal. Endaliga úrslitið gjørdist 0-3 og tað var ongin ivi um at Víkingur var betra liðið hendan dagin og B71 hevði ikki uppiborið annað.

Fyrsta málið kemur eftir fríspark heilt móti endanum av fyrra hálvleiki, ið møguliga ikki skuldi verið fríspark. Nógvur vindur er hendan dagin og tað elvir eisini til at Víkingur fær leiðslumálið, í einum annars væl vardum hálvleiki fyri okkara viðkomandi. Ongin katastrofa og tankin er tann at nú verður gjørligt hjá okkum at gera okkum dælt av undanvindi í 2. hálvleiki.

Soleiðis var tó ikki. Vindurin hasar nærum av í seinna hálvleiki, tó at hettar ikki skal vera nakar umskyldningur, men tað broytir so fortreytirnar fyri hvussu væntandi var at spæla. Kanska er tað hettar sum ger at B71 leikararnir eru so trilvandi fyrstu løtuna í 2. hálvleiki og tá Eduardo Coimbra eitt sindur óumhugsað fellir ein leikara, ávegis í einum Vìkinga álopi, so fær hann sítt seinna gula kort og tá er tað nærum "all she wrote" fyri okkara viðkomandi. Hereftir er tað nærum sum dysturin er taptur, hóast seinasta kvarteri, tjúgu minuttirnir av dystinum eru frægari og vit eru eitt vet meiri hóttandi enn vit annars hava verið. Víkingur fær tvey mál afturat í 2. hálvleiki og endaliga úrslitið er so 0-3 til útiliðið.


Næsta dyst

Onki at siga til at har vóru nógv múlatrútin fólk at síggja eftir dyst fríggjakvøldið. B71 liðið var eyðsýnt skert við manning, men vónirnar vóru at vit fóru at gera ein vørr kortini og man kann kanska fyristilla sær at tað kundi verið øðrvísi, um ymsar fortreytir, eitt nú at vindurin nærum bara arbeiddi ímóti okkum og vit megnaðu at halda málleysan javnleik í fyrra hálvleiki, umframt at vit sjálvandi ikki fóru niður til 10 mans tíðliga í 2. hálvleiki.

Hettar er tó ómøguligt at vita og av tí sama eitt sindur høpisleyst at viðgera.

Ístaðin fara vit, eins og vit gjørdu til seinasta heiladeyða úrslit av hesum slag, hettar kappingarárið, "hastigt videre".

Til alla lukku, so lagaðu úrslit aðrastaðni seg soleiðis at "skaðin" var minimalur. Enn er fitt av stigum til flestu kappingarneytar. Einasta liðið, ið hóttir okkum í løtuni eru FC Suðuroy, ið sanniliga arbeiða yvir forvæntningar higartil hettar kappingarárið.

Sunnudagin í næstu viku spæla vit á Argjum ímóti AB, ið ryktu niður saman við TB farna kappingarár. Mótvegis uppflytaraliðnum FC Suðuroy, so hava hvørgan av liðunum verið serliga sannførandi higartil í ár og tey leita støðugt eftir uppreisn og stigum. Helst skal hettar ikki eydnast móti okkum, men vit hava eina langa viku at fyrireika okkum til hendan dystin á útivølli og koma við einum betri arbeiðsinnsatsi enn fyri tveimum døgum síðani á heimavølli.

Livst so spyrst! Vit bíða fyribils í spenningi til næsta dyst.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar