16 stig út av 21

Burtursæð frá einum ringum innsatsi og vánaligum dysti í Gundadali her fyri, so hava teir gul/bláu av Sandoynni verið sannførandi í nærum øllum dystum og raskir til bæði venjing og dyst. Úrslitið er eisini hareftir.

Tað er ikki sum at siga tað, at reka eitt sjálvboðið ítróttarfelag í dag, enn og minni tá fólkagrundarlagið er í lægra lagið og harafturat er tað eyka strævið í einum økið, ið hevur verið fyri nógvari afturgongd av alskyns virksemi, bæði í lokalsamfelagnum, men eisini hvat vinna viðvíkar í nógv ár. Hettar hevur tó broytt seg nakað seinastu árini og tað sær út til at meiri ferð kemur á í Sandoynni komandi árini.

"Tað dryppar á dekn" verður ofta tikið til og hóast óoptimalar fortreytir at virka, so hevur B71 koyrt stútt og støðugt øll árini og kanska serliga í seinastuni veruliga funnið stevið og kanska flogið. Leikaratalið er høgt og undirtøkan somuleiðis. Nú tunnil er opnaður og tað gerst høgligari at liva og virka her suðuri, so merkist tað eisini at áhugin at seta búgv her, umframt at vitja, er vaksandi. Vinnuvirksemi fylgir eisini natúrliga við øktum fólkatalið og øðrum virksemi og tað skerst ikki burtur at allir hesir lokalu faktoranir er nakað B71 kann gera sær dælt av og tað skal ikki valdast ivi um at tað gera vit eisini tá avtornar.

Styrkin hjá felagsskapinum hevur kanska áður ligið í teimum smærru tiltøkunum og átøkunum, umframt at hjúkla um tann einstaka. Hettar eigur kortini enn at vera í fokus, hóast felagið eventuelt gerst størri í vavið, tí tað er júst hesin "øll fyri ein, ein fyri øll" musketermentaliteturin, ið hevur styrkt B71 frá degi 1 av. Samstundis má man vera realistiskur og siga at við øktum luttakartalið ár um ár og batnandi leikligum úrslitum í øllum liðum, so gerast krøvini størri og størri og tað er ikki neyðtyrviliga av tí ónda, vit mugu bara vera tolin, tað tíðina tað tekur at umstilla seg frá at vera eitt lítið og fitt, væl rikið ítróttarfelag, til í framtíðini at vera eitt vet størri, men kortini við høgum standardi og krøvum til einstaklingin, eins væl og til felagsskapin sjálvan. Vit eru øll í sama báti og endamálið er eittans, hóast mátarnir eru nógvir og ymiskir. Felagsskapinum at frama.


Dysturin

Dystur varð leiktur inni í Dal leygardagin kl. 15.00 ímóti FC Hoyvík, ið undan dystinum bar við sær batnandi úrslit frá undanfarnu tveimum dystunum, móti ávikavíst HB og Betri deildar liðnum hjá Víkingi. Hóast eina sera ringa byrjan, so bar hettar boð um sterkari mótstøðu fyri framman og tað kunnu vit eisini skriva undir uppá, tá avtornar, at tað búði í øllum førum meiri í hoyvíkingum hendan dagin enn stigatalvan leggur upp til í skrivandi stund. Tað er ikki ynskiligt fyri føroyskan fótbólt at tað gongst nøkrum liðið illa og tí er tað spell at FC Hoyvík bert hevur fingið eittans stig fyrstu 7 dystirnar. Vónandi fer tað nú at gangast teimum betur, men samstundis eru vit í tí paradoksalu støðu at hóast vit ynskja teimum væl, so vilja vit eiheldur lata teimum stig frá okkum sjálvum. Soleiðis er lívið so mangan.

Tað er kortini B71, ið kemur best frá byrjan og eftir 21. minuttir, so fáa vit fyrsta málið. Jónatan Kjærbo, ið hevur sitið úti 3 dystir við karantenu, vendi aftur til byrjunaruppstillingina fyrradagin og tað má sigast at hann gjørdi mun. Liðskipari okkara, Romulo Bosqueiro, sendir honum ein langan bólt og úr vinstra borði, rekur skopuningurin inn móti málið, setur fyrst ein, so ein annan av, áðrenn hann langar til við høgra beini. Bólturin rýkir beint upp í høgra málhorn og málverjin hevur ongan møguleika at forða fyri. 1-0 til heimaliðið.

Seinna hálva av fyrra hálvleiki gongst ikki eins væl og fyrra. Hoyvíkingar trýsta meir og meir og hótta B71, ið roynir at sleppa til hálvleiks við leiðsluni. Hóast naskir, so eydnast tað ikki mótstøðulið okkara at fáa bóltin í mál og hálvleiksstøðan verður verandi 1-0 til B71.

Annar hálvleikur byrjar og tað er enn hoyvíkingar, ið eru hóttandi, meðan B71 missur takið eina løtu. Eftir ein góðan tíma kom kanska størsti møguleikin hjá teimum svartkløddu, tá Rói Jacobsen púrasta ódekkaður móttekur bóltin eftir innlegg, men skotið fer høgt og langt við síðunar av málinum. Heppi, fyri okkara viðkomandi.

Spælið gongur eitt sindur aftur og fram næstu løtuna og tað er ikki frítt at sandoyingar eru eitt sindur nervøsira, tá vit helst skuldu fingið eitt mál afturat og lukka dystin.

Hóast hettar, so er tað ikki soleiðis at vit eru rend yvir enda og hoyvíkingar eru kanska eitt sindur for glaðir at "klamra seg til holmstrá" til tíðir og rópa eftir brotssparkið meir enn eina ella tvær ferðir. Seinastu minuttirnar av dystinum er ein støða, har málverji okkara Harry Kircher, kemur rennandi úr málinum fyri at beina ein langan bólt burtur og kemur eisini fyrst til bóltin, ið hann skýtir beint í áloypandi FC Hovyík leikara. Teir bresta saman og bólturin fer tíbetur út um baklinjuna. Tað tóktist vera heilt eyðsæð at talan var um eitt málspark, men hoyvíkingar vilja hava brotsspark og kanska er tað hettar trýstið, ið elvir til at teir fáa eitt hornaspark. Tað sá tað í øllum førum ikki út til at vera, við fyrsta eygnakast og við dagsins tøkni, so er møguleiki at síggja støðuna og umaftur. Har er onki at koma eftir. Harry skýtir bóltin í Hoyvík leikaran, ið rennir inn í málverjan og bólturin fer út. Rætta dømingin hevði í fyrsta lagið verið fríspark til málverjan, í øðrum lagið málspark, hóast galið, men aldrin straffi og so slett ikki hornaspark. Soleiðis er tó viðhvørt og tíbetur hendi onki garrvilt eftir horna.

Tað gongur tíbetur ikki long tíð eftir hettar, so fáa vit forloysandi málið. Ein langur bóltur verður beindur frameftir til TJ, ið skal til at renna um kapp við verjuleikara. Hann fer um koll og dómarin metir at verjuleikarin hevur forða. Fríspark langt úti frá og eigur ikki at vera vandamikið, men tað var nokkso fitt av vindi hendan dagin inni í Dal. Mestur er hettar orsøkin til at skotið, ið Jónatan Kjærbo avgreiðir, fer beint ímóti málinum og uppum málverjan og í mál. Óansæð, so er eitt mál úr 40 metrum altíð forkunnugt. 2-0 til B71 og so er, meir ella minni, leyst og liðugt.


Hví skal B36 altíð?

Nú vænta tit sikkurt nógv gor og gall, tá tit síggja tílíka yvirskrift, men so er ikki. Eitt annað óvæntað eftir 7 fyrstu umførini í næstbestu deildini, er at B36, ið annars oftast hevur ligið nærri botninum av deildini saman við hinum rivalunum úr høvuðsstaðnum, HB, er nú at finna á 1. plássið við einum stigi fleir enn vit á 2. plássið og betri málmuni.

Tað hoyrir helst við til tað at vera menniskja, at man aldrin er heilt nøgdur, hóast tað gongur væl. B71 kundi ógvuliga væl tonkt sær hattar 1. plássið, nú vit endiliga eru ávegis eftir 12 ár í næstbestu deildini og nógv av hesum árunum meiri aftarliga enn frammarliga í deildini. Viðhvørt enntá longri niðri í deildunum.

Tí spillir B36 eitt sindur "tí góðu søguna" við at vera eitt hakk betur enn restin í løtuni, tí vit kunnu av tí sama ikki heilt hvíla í okkum sjálvum fyrrenn vit hava vundið burturúr einasta liðnum, ið higartil í ár hevur sett okkum uppá pláss.

Øgiliga ofta, so eru tað tilfeldigheitirnar sum ráða, men kortini tykist tað sum um alt er sett upp at fortelja eina søgu, tí næsti dystur ímóti B36, ein sokallaður revansjudystur er gamaní aftur í Gundadali, men ikki fyrrenn seinasta leikumfar í 1. hálvu av kappingini, tann 6. juli.

Av tí sama, so mugu vit bara bíða í tolni og avgreiða aðrar týdningarmiklar dystir og gjarna vinna okkum framum teir hvít/svørtu havnamenninar til vit aftur hittast, beint áðrenn steðgin.


Næsti dystur

Aftur heima komandi vikuskifti, hesu ferð ímóti einum altíð truplum mótstøðuliði, navnliga Víkingur. Hesir hava tó bert eitt stig per dyst, tvs. 7 stig eftir 7 umfør, men tað hevði verið sera ófornuftigt at undirvurderað teir. Søguliga sæð, seinastu árini, so hevur tað verið júst Víkingur, ið hava víst seg at støðugt givið okkum skarpan gang og fyrr ella seinni ætla teir sær væl at byrja kappingarárið ordiliga og savnað sær neyðugu stigini til at tryggja sær víðari luttøku í deildini næsta ár. Hettar skal tó ikki henda í Sandoynni fríggjadagin t. 03.05!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar