Ótálmaður spenningur

Kenslurnar fingu frítt at fara í gjárkvøldi, tá B71 tíverri at enda var við undirlutanum í 1. umfari í steypakappingardysti ímóti AB.

Tað skuldu 120 minuttir av fótbólti og ein brotssparkskapping til, áðrenn ein vinnari var funnin inni í Dal í gjár.

Høvuðsdentur er sjálvandi lagdur á landskappingina, men tað skerst ikki burtur at steypakappingardystir eru nakað heilt serligt í fótbóltskappingarárinum. Bert 3 umfør, so bíðar ein finala eftir tær. Tað er heldur ósannlíkt at tey smærru liðini nakrantíð røkka so langt kortini, men dreymurin um steyp og altavgerandi dystir, har bert sigrar telja, ger okkum at kalla ør í høvdinum hesar dagar.

Eitt annað sum er forkunnugt við steypadystum, serliga orsaka av at teir verða kroystir ímillum aðrar dystir, ið kanska eru týdningarmiklari "uppá sikt", er at tað til hesar dystir verður møguligt hjá leikarum, ið vanliga ikki fáa eina rúgvu av spælitíð, at koma til sín rætt og so var eisini inni í Dal í gjár. Nógvir ungir menn fingu kjansin, summir frá byrjan og aðrir blivu skiftir inn so líðandi tá dysturin strekti seg, ikki bert teir vanligu 90 minuttirnar, men 30 minuttir afturat, umframt brotssparkskapping.

Tað var eisini ein ungur "nýggjur" leikari í besta liðshøpi, ið endurnýggjaði vónina um steypaheiður, best sum vit hildu at alt var yvirstaði.

Dysturin var annars ikki so nógv at reypa av. Øgiliga intenst at hyggja at tveimum jøvnum liðum í 90 minuttir, men satt at siga, so var ikki ein so øgilig rúgva av møguleikum at skriva heim um. Tijani M. Yakubu royndi seg nakrar ferðir, men AB leikararnir vóru stinnir at lukka hann niður og í hinum endanum stóð nýggja verjuketan ein góðan dyst. Romulo Bosqueiro stýrdi sum vanligt, við einum vælspælandi Fróða Højsted við síðunar av sær. Hans O. Hentze hevur eftirhondini nógvar royndir á besta liðnum og hann spældi eisini ein góðan, róligan dyst á vinstrabakki, har hann regulert gav alt hann orkaði. Nýggi maðurin á besta liðnum, Bergur Hentze, spældi harafturat sín besta dyst higartil á høgrabakkinum. Kontantur, uttan at gera nógv fríspørk.

90 minuttir fara tó framvið uttan nakað mál. 0-0, men dysturin skal avgerast og tí er tað yvirtíð, við møguligari brotssparkskapping fyri framman.


Yvir yvirtíðin var (næstan) avgerandi

Hóast 90 minuttir av fótbóltsspæli, so var tað í yvirtíðini at alt fór at kóka og serliga í 2. hálvleiki av yvirtíðini. Minuttirnir 105-120+, tá tað mest av øllum handlar um hvør orkar betri, vóru áhugaverdir fyri at siga tað milt.

Klokkan var sligin 120 minuttir, tá AB fær eitt fríspark stutt uttanfyri sekstanmeturin hjá B71, í vinstra borðið. Frísparkið sá heldur ivasamt út, men dómarin metir at tað er B71arin, ið hevur gjørt okkurt galið, hóast tað er ein argjamaður, ið endar omaná sandoyinginum í seinasta enda. Løgin avgerð, men fríspark.

Verrið gerst tó, tá frísparksskotið er ein gróthørð perla av einum skotið, ið flýgir inn høgrumegin múrin og inn í málið. Harry Kircher í málinum sær tað ivaleyst ov seint, hóast hann stendur væl fyri og so er 1-0 til AB, ið um hettar mundi síggja út til at hava vunnið dystin í seinastu løtu.

Allar súðir eru tó ikki syftar enn. Eitt sindur av yvirtíð er at spæla og feiringin av málinum hevur eisini lagt okkurt afturat. Tað man tó verða allar allarseinasta álopið, ið talan er um, tá B71 somuleiðis fær eitt fríspark, eini 40 metrar út frá málinum. Sproti úr Dímun, ið fekk afturval til dyst í gjár verður settur at skjóta innfyri og bólturin kemur høgt og væl inn fyri. Ilt er at síggja akkurát hvussu bólturin fór inn, tí har vóru eini 21 mans inni feltinum um tað mundi, men tað er so nýggi maðurin Nóa Falkvard Petersen, ið fær fatur á bóltinum og sendir hann í kassan til 1-1 í 124. minutti av dystinum.

Tað hendir ikki meira í sjálvum fótbóltsdystinum og tað skal so avgerast við brotssparkskapping.

Fyrsti maður at skjóta er tann annars altíð tryggi Tijani M. Yakubu hjá B71, men sum so mangan er, so er tað nærum altíð teir tryggastu og vandu, ið eru óhepnir í slíkum støðum. TJ skýtir lágt og til høgru, men bólturin fer á stongina; møguliga fekk málverjin eisini hondina á bóltin, men inn fór hann so ikki.

AB skýtir næst og so er 0-1 til útivallaliðið. Hereftir skora bæði Rom, Sproti og málverji okkara Harry, men AB skora somuleiðis. Um hetta mundi er støðan 3-3 og AB manglar eitt straffi. Tóki Næs Rasmussen verður settur at skjóta, men skotið fer høgt og uppum mál. Nú er vón aftur fyri framman og tá Julian F. Knudsen skorar sítt straffi og ger tað til 4-3, so er trýstið aftur á AB.

Jens Olsen hjá AB fær tó sett bóltin í kassan til 5-5 og Bergur Hentze er næsti maður at skjóta. Skotið er tíverri ikki nóg væl tikið og málverjin bjargar.

Tað man vera lagnunnar speisemi at ein málverji fær møguleikin at avgera dystin, men tað er júst tað Rói Zachariasen hjá AB ger, tá hann hegnisliga setur bóltin í málið, Harry velur rættan veg, men er akkurát ov stuttur.

AB vinnur brotssparkskappingina og er tískil víðari til fjórðingsfinalurnar í Løgmanssteypinum.


Minnisverdar løtur

Nógvar eru góðu løturnar í Gula Dalinum og dagurin í gjár fer absolutt at vera ein av teimum góðu minnisverdu løtunum. Steypadystir eru nakað heilt serligt og hóast sjálvur dysturin ikki var av teimum allarbestu hvat spæla viðvíkur, so var hann intensur og spennandi til tað allarseinasta og nógvar góðar søgur kunnu sigast frá, tá avtornar.

Tað er óvanligt at man kann fara glaður heim eftir ein ósigur, men tað vóru ikki nógvar keddar minir kring vøllin í gjárkvøldi, heldur ikki hjá sandoyingum, ið máttu lúta hesu ferð.

Næsti dystur er longu leygardagin og tá verða tað hoyvíkingar, ið vitja, aftur á heimavølli okkara inni í Dal. FC Hoyvík hevði eisini ein góðan dag í steypakappingini í gjár. Hóast nógv undirtippaðir ímóti kanska besta liðnum í Føroyum í løtuni, Vìkingi, so vóru tað teir, ið skoraðu fyrst og hóast endaliga úrslitið gjørdist ein 3-1 ósigur, so vóru vit nokk mong, ið sóu í ondini at úrslitið fór at gerast nógv verrið fyri teir svørtklæddu úr Hoyvíkini.

Tað verður tí neyvan nakar nemmur dystur fyri framman, hóast vit leika ímóti einum liðið, ið bert hevur eittans stig og -14 í málmuni við sær suður til vikuskiftið.

Onki at ivast í at B71 leikararnir taka uppgávuna í álvara og brynja seg til at tryggja sær trý stig afturat og styrkja støðuna sum oddalið í næstbestu deildini.

Vit koyra á víðari!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar