Týdningarmikil sigur

Reytt kort, straffi og eitt mál í seinastu minuttunum. Ein hendingarríkur dystur, ið hesu ferð gekk okkara veg.

Eftir heldur ringa dystin í Gundadali ímóti B36, so høvdu 1. deildar menninir eitt betri upplivilsi ímóti TB á heimavølli har teir fingu eitt stig burturúr, hóast tað gott kundi verið trý. Leygardagin var aftur dystur ímóti suðuroyingum, hesuferð í Vági ímóti FC Suðuroy, ið hevur havt eina sera góða byrjan uppá kappingarárið, serliga havandi í huga at teir eru uppflytaralið úr triðjbestu deildini.

Uppgávan var ikki nemm og tað er hon ongantíð tá ferðast skal til Suðuroyar, men B71 er heldur ikki nakar avgreiðsluspurningur, so langt burturfrá.

Tað leikar javnt á fyrstu løtuna, men B71 eigur kortini munin. Tíverri fyri bláa heimaliðið, so hava teir stórar trupulleikar at halda fast í fremsta manni okkara, Tijani M. Yakubu, ið alt fjør, og nú aftur í ár, elvir til stórt høvuðbrýggj hjá verjuleikarum kring landið.

Í 22. minutti er maðurin nær við at koma leysur ímóti málinum, men verður skræddur um koll og dómarin hevur ongan annan møguleika enn at vísa Janusi Augustinussen av vølli.

Sjálvsagt elvir hettar til at FC Suðuroy gerst eitt sindur meira spert, men sum so ofta er tilfeldið, so er eitt lið við 10 monnum tiltikið trupult at bróta niður og til hálvleiks er støðan er 0-0.

Tað gongur eisini eina løtu í 2. hálvleiki, men eftir 15 minuttir, so er stuttleikin úti fyri suðuroyingar. Eitt innkast verður tikið skjótt og væl í høgru síðu, beint til Tijani, ið snarar sær á og rennir undan Jimmy Abdul í FCS verjuni. Hann roynir at fáa skjóta ghanesaran úr Trøðum aftur, men endar við at fella hann í brotsteiginum ístaðin. Brotsspark.

Tijani skýtir sjálvur og lyftir bóltin út í høgra borð. Málverjin fer rættan veg og tað er nær við at hann fær labban á, men tíbetur er skotið nóg hart til at bólturin rýkir í netmeskurnar og so er 1-0 til B71.

Trupult hjá suðuroyingum at koma aftur í dystin; hinvegin tekur tað B71 eina góða løtu at staðfesta sigurin og ikki fyrrenn 89. minutt er bólturin aftur í netinum, aftur hesu ferð hjá suðuroyingum.

Í grundini kemur málið eftir at ein roynd verður gjørd at draga tíðina úti við hornaflaggið. Bólturin støkkur út til Eduardo Coimbra, ið fer brennandi ímóti baklinjuni. Bólturin ferðast skjótt og tað er um reppið at hann ikki nær at fáa fatur á honum, áðrenn hann fer út til málspark, men hann fær akkurát smekkað hann lágt innfyri til Tijani, ið sum ikki einaferð er skjótur uppundir mál og snittar bóltin hegnisliga víðari forbí málverja og økir til 2-0.


Tann tíðin sum er góð

Ja, hon er ikki ring!

Tað skal lítið til at fáa spenning í fjøldina, ið tostar so nógv eftir úrslitum, sum tilfeldið er hjá sandoyingum, ið nú ganga og bíða uppá 12 árið við ongum liðið í bestu mansdeildini og harvið ógvuliga lítlum uppmerksemi frá restini av Fótbólts Føroyum.

Tað er tíverri bara eitt faktum, eisini hóast B71 hevur útmerkað seg í longri tíð sum eitt sera gott og fevnandi felag, har gott skil valdar á nógvum økjum. Tíbetur, kann man siga fyri okkara viðkomandi, so er eitt skifti hent í føroyskum fótbólti seinastu árini, har tað í dag verður væntað av feløgum, ikki bara í fótbólti, men yvirornað í samfelagnum, at feløg eru meira enn alt tað yvirfladiska.

Í fótbólti verður hettar ofta hildið verða mansfótbólturin, ið hóast týdningarmikil, ofta er farin avstað við órímiliga nógvum uppmerksemi, í mun til alla arbeiðsorkuna, ið verður løgd í ymsar partar av felagnum.

Barna- og ungdómsdeildin fer við nógvum týdningarmiklum arbeiðstímum, og hevur altíð gjørt tað. Tiltøk verða fyriskipaði í ólukkumát og átøk verða gjørd av alskyns slag, øllum limum at frama.

Samstundis er tað sera týdningarmikið ikki at gloyma at tað er ikki eitt fy-orð, at brúka nógva tíð og orku uppá mansfótbólt. Hjá summum er tað tíverri soleiðis, at tey minnast eina tíð har mansfótbóltur fór við bæði tíð, orku og pengum, so at annað virksemi mátti niðurlagast og hettar var sjálvandi ikki rætt, men soleiðis er ikki longur, í øllum førum ikki hjá B71. Í dag er vent í holuni og hóast vit raðfesta mansfótbólt høgt, so verða onnur økir somuleiðis raðfest høgt og hettar er einasti máti at koma til eitt nøktandi og gott samlað úrslit fyri allar limir og leikarar felagsins. Harafturat eru vaksnamannaleikarar hjá felagnum nógv involveraðir í felagsarbeiðinum, bæði í tiltøkum, venjing, døming o.ø.

Hettar ger eisini tað at tað er nógv størri nøgdsemi millum foreldur, børn og stuðlar annars og stuðulin røkkur nú longur enn bert til okkara nærmastu. Hettar sæst væl aftur til 1. deildar dystir, har vit seta áskoðaramet hvønn heimadyst higartil í ár. Ivaleyst var undirtøkan uppaftur størri í 80 og 90unum, tá B71 var ein kapasitetur í bestu føroysku mansdeildini, men í nýggjari tíð, so hevur undirtøkan aldrin verið størri og kanska eiheldur líka fjølbroytt. Fólk koma úr øllum bygdum og herðashornum. Ordiliga stuttligt at síggja og gevandi er tað at savnast um B71 í hesum døgum.

Vit vóna góð úrslit fyri framman og málið er framhaldandi eittans og tað sama. Eitt sæti í bestu deildini anno 2025!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar