Deildu so kristiliga

Eingilskmenn tosað ofta um "a game of two halves", men so var ikki inni í Dal í dag, tá báðir hálvleikirnir líktust. TB byrjaði hálvleikirnar betri og løgdu trýst á, men B71 tók yvir bæði í fyrra og í seinna, og kundu við meiri hepni vunnið dystin heilt ímóti endanum.

Undan dystinum í dag, so var tíverri eitt ávíst eyka trýst á serliga gul/bláa heimaliðnum, av tí at teir vikuna frammanundan fóru flongdir úr Gundadali og taptu tá 5-1. TB, hinvegin, vann fyri aðru ferð í ár 3-0 á hoyvíkingum.

Hóast hettar, so lógu B71 stinnari fyri í stigatalvuni við 9 stigum av 12 møguligum og TB var sostatt trý stig aftanfyri. Ein Suðuroyar sigur hevði sostatt gjørt nógv fyri at javna enn meira út í toppinum.

Frá dystarbríksl var tað sostatt eyðsæð at liðini høvdu ríkiligt at spæla fyri. Tað vóru tvøroyramenn, ið løgdu harðligast fyri og fyrstu løtuna eru tað eisini teir sum stýra meira.

Sum hálvleikurin líðir, so kemur B71 meira inn í dystin og hettar frustrerar vitjandi liðið, ið ikki hevur nakað stórvegis yvirtak stórar partar av dystinum. Annar hálvliekur er meir av tí sama, fyrst TB eina løtu, men síðani er tað aftur okkara gul/bláu, ið eru spælstýrandi.

Ímóti endanum er tað næstan einans B71, ið fær álop omaná álop og nógvar deyðbóltsstøður og søkja mál. Eitt mál spøkir og bólturin er eisini nógvar ferðir nær við at enda hjá einum B71ara, ið kann smekka bóltin í kassan, men tað manglar bara tað allarsíðsta hvørja ferð. Kanska størsta og besta møguleikan eigur Sproti úr Dímun, ið var eyðsýndur og spældi sín fyrsta fulla dyst í 1. deild. Bólturin dettur fyri føturnar á honum í sekstanmeturinum og hann høggir til. Ein verjuleikari megnar at stilla seg fyri skotið og bólturin fer tískil ikki í mál.

Heilt ímóti endanum av dystinum, í seinastu sekundunum kemur ein líknandi støða fyri, men vit fáa ikki ordiligt skot á bóltin og TB fær skrumbla bóltin burtur í seinastu løtu.

Kanska B71 áttu meira av spælinum í longri strekkir av dystinum, men tá dómarin bríkslar av, so eru ikki so nógvar súrar minir um úrslitið, ið er ein heldur óvanligur 0-0 javnleikur á hesum sinni.


Tætt í toppinum

Ivaleyst verður kappingárárið í ár eitt tað mest kappingarføra í næstbestu deildini nakrantíð. Næstbestu liðini eru sterk og geva bestu liðnum hjá ymsu feløgunum góða mótstøðu. Vit síggja hettar eisini í stigatalvuni, har tað í løtuni eru NSÍ og B36, ið liggja ávikavíst nr. 1 og 2. í deildini, meðan AB og B71 eru jøvn í stigum á einum 3. og 4. plássi.

3 stig longri niðri eru so Víkingur, og bæði Suðuroyar liðini á 7 stigum, meðan KÍ, eitt sindur yvirraskandi liggja triðjniðast, HB næstniðast og FC Hoyvík niðast við ongum stigum enn.

Um eina viku fer B71 so ein túr til Suðuroyar at vitja eitt sera vælspælandi FC Suðuroy lið, meðan TB vitjar ovasta liðið í deildini í Runavík og AB sleppur at royna seg ímóti B36, ið higartil er einasta liðið í næstbestu deildini, ið ikki hava tapt ein dyst. Hoyvíkingar taka ímóti HB á heimavølli, í einum regulerum botndysti og KÍ leitar víðari eftir stigum, hesu ferð ímóti Víkingi.

Alt at spæla fyri og ilt er longu nú at spáa um hvat alt fer at enda við!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar