Ups?

Tað vóru ongi serlig líkindir til fótbóltsspæl í Gundadali leygardagin, men í seinasta enda vóru tað havnamenn, ið funnu seg til rættis í kulda og regni.

Undan dystinum var B71 ósigrað í trimum dystum og lá á einum flottum 1. plássi, við fullum stigatali. Alt tóktist vera so deiligt og hóast ósigurin í vikuskiftinum ikki hevur gjørt so nógv meira enn at vit nú liggja á einum deildum 1. plássi, so er tað onki at ivast í at stórtapið hevur sært stoltleikan hjá okkum, meir enn nakað annað.

1. hálvleikur bar annars ikki boð um at dysturin skuldi koppað so nógv í B36 favør. Gamaní eru havnamenn á odda 1-0, men tað lítla spælið sum var, leikaði nokkso javnt á millum báðar partar og málið sum kemur er í meira lagið kloddut av okkara egna málverja, ið tíverri sá út til at hava tað serstakliga strævið at spæla undir givnu umstøðunum.

Í 2. hálvleiki verður tað mett neyðugt at skifta menn út og hóast menninir, ið koma inn eru ungir, so eru teir somikið royndir og evnaríkir, at hettar átti ikki at elvt til slíkan ruðuleika, ið veruleikin tó skuldi vísa seg at blíva. Onki riggaði og sandoyingar sóu ikki út til at vera í stand til at spæla tann fótbóltin, sum teir uttan iva duga at spæla. Ikki hendan dagin, tíverri.

B36 vinnur allar bóltar og tekur fullkomiliga yvir í 2. hálvleiki. Longu í 51. minutti og 53. minutti skorar B36 tværreisur og hettar er eitt slag fyri sjálvsálit, umframt at tað frammanundan mátti vera strævið at spæla í ringum líkindum, tað er givið. Umstøðurnar eru tó eins fyri bæði liðini og tá Eduardo Coimbra skorar til 3-1 í 67. minutti, so er ein vón at tað kann eydnast at fáa minkað um munin og kanska hálað eitt stig heim.

Tíverri kann man ikki reiðiliga siga at tað er nakað stórspæl minuttirnar hereftir og tá Jónatan Kjærbo missur høvið og tekur í ein mótstøðumann, ið somuleiðis leggur á seg, so vera báðir vístir av vølli. Kanska tað ringasta sum kann henda í einum dysti, har onki riggaði í forvegin.

Nú sær út til at vera leyst og liðugt, men tíverri lata vit tvey mál inn afturat áðrenn dómarin blásir hendan lúsa lorta dyst av.


Vit liggja nummar 1?

Besta liðið hjá B36 spældi annars í gjár og har gekk ikki so væl, sum hjá næstbesta liðnum, ið vant burturúr einum illa spælandi Sandoyggja liði. Frá besta liðnum hjá hvít/svørtu havnamonnunum verður tískil í dag tosað um eina "flata kenslu", tí so lítið fekst burturúr og tað kann man eisini siga undirritaði skrivari og áskoðarafjøldin, ivaleyst leikarar og venjarar eisini, høvdu eftir 90 minuttir í Gundadali fyri tveimum døgum síðani.

Vit kunnu umbera okkum í høvd og reyv, men veruleikin er bara tann at tað var semja um at royna at spæla ein fótbóltsdyst og tað var spælandi, hóast man kann, í baklóksskapi fundera yvir hví man ikki royndi at fáa dystin útsettan nakrar tímar til um kvøldið, tá ordiligt fótbóltsspæl reint faktiskt lat seg gera. Møguliga onkur orsøk var til tað ella onkur roynd bleiv gjørd, ið ikki bar á mál, men hettar kann fyri sovítt eisini vera líkamikið. Dysturin bleiv spældur til ásetta tíð, tað var forferdiligt, men vit gingu inn til tær treytirnar sum vóru og hettar bleiv so úrslitið hesu ferð.

Rætt skal vera rætt, nakrir leikarar manglaðu á liðnum hjá B71 til dystin í vikuskiftinum, ið kundu havt gjørt neyðuga munin, men hettar er tíverri hopleyst at spekulera for nógv uppá.

Eftir standa vit við hesi fløtu kenslu, við flongdari reyv, men stadigvekk á einum deildum 1. plássið í næstbestu deildini. Enn er onki sum helst mist á gólvið og tað skulu enn nøkur ring úrslit afturat til at verulig spurnartekin kunnu setast við nakað sum helst.

Best man vera at viðurkenna at hettar var ein av teimum ringu døgunum og seta okkara álit á at vit læra av hesum og koma sterkari út aftur hinumegin.

Tað er í øllum førum at vóna, at menn kenna á sær at okkurt skal hevnast, tí næsta uppgáva verður heldur ikki nøkur nemm uppgáva. TB kemur á vitjan inni í Dal og hesir hava somuleiðis eina uppgávu fyri framman at vinna sær fleiri stig og fylgja við í odda- og uppflytarastríðnum í deildini.


Alt er ikki av tí ringa

Tað er stutt frá success til fiasko, tað vita flestøll og tað liggur til okkum at fara upp at flákra, tá okkurt gongur okkum ímóti. Tó, man tað vera skilabest ikki at hugsa alt for nógv um tey tingini vit onki fáa gjørt nakað við og liggja í fortíðini og heldur miða eftir at gera okkurt við tað sum liggur fyri framman, tí har hava vit altíð ein møguleika.

Í besta mansliðs hópinum er tað ein "regul", at man feirar ein sigur í 24 tímar og man syrgir eitt tap, somuleiðis í 24 tímar. Hareftir hoyra hesar kenslur fortíðini til, tí næsta uppgáva er "lige rundt om hjørnet". Hettar er eitt av teimum fantastiska positivu tingunum í fótbólti, ið innast inni er eitt spæl. Man fær altíð ein nýggjan møguleika og er man tryggur í at leisturin er rættur, góður og at liðið megnar uppgávuna, so herjar man á aftur og tá er ongin orsøk at stúra, meir enn neyðugt.

Vit herja á aftur til næstu uppgávu! Ein eldhugaður innsatsur og 3 stig leygardagin ímóti TB er málið, so fáa vit at síggja hvørjum tað endar við.

Tey, ið ótolnast, tey eru annars vælkomin inn í Dal kl. 19.00, tá okkara U21 lið aftur skal í eldin í allarfyrsta dystinum hettar kappingarárið ímóti ÍF.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar