Knúlvaðir runavíkingar

Hóast runavíkingar fingu eitt mál, so var tað fyri tað mesta heimamenninir, ið ráddu fyri borgum í dag í Gula Dalinum í dag.

Tað var dýrdar páskaveður í dag. Eitt kalt lot til tíðir, men fyri tað mesta av allarbesta fótbóltsveðrið.

Tað gongur heldur ikki long tíð í dystinum, áðrenn B71 vísir tenn. Tijani verður feldur á veg ímóti málinum og hettar elvir til øgiliga málageipan um hvat skal dømast, um tað er seinasti maður, hvørt tað var innanfyri ella uttanfyri brotsteigin og hvat fyri kort skal gevast. At enda metir dómarin at fríspark er beint uttanfyri sekstanmeturin og onki kort verður givið. Rangt ella rætt. Frísparkið rakar múrin og málverjin ruddar upp.

Onki mál tíðliga í dystinum, men tað boðar frá góðum longu í fyrstu minuttunum.

Tað gongur hinvegin rúm tíð, áðrenn fyrsta málið kemur, hóast nógvar stórar málmøguleikar til bæði Romulo, ið rakar tvørtræðið og Tijani, ið aftur sleppur púra leysur, men skýtir beint í hendurnar á málverjanum.

5 minuttir áðrenn hálvleiksbríks kemur tó loksins forloysandi málið og sum ikki eina ferð, so er tað Tijani Yakubu, ið er á blettinum og fær bóltin í málið.

Lítla løtu seinni, er Tijani aftur uppá spæl, tá hann sleppur leysur á vonginum og leggur bóltin innfyri til Jónatan Kjærbo, ið setur innarasíðuna á og í netið, men tíverri er hettar mest fyri stuttleikar, tí linjuverjin hevur flaggið á loftið og rangstøða verður dømd.

Hálvleiksstøðan er 1-0, men bert 5 minuttir inn í 2. hálvleik er nýinnkomni Beinir Nolsøe so óheppin at ein sending aftureftir til málverjan endar í egnum netið og so er B71 frammanfyri 2-0!

NSÍ royna at koma aftur í dystin, men enn eru tað B71, ið eru stinnari. Tó fáa runavíkingar eina lívlinju tá 20 minuttir resta í av dystinum. Trunkaspæl og meðan leikarar liggja niðri og vit møguliga missa fokus eina løtu, so skallar ein NSÍ leikari bóltin í ein bleytan boga uppum Harry Kircher í málinum, ið annars stóð ein fínan dyst. Bólturin endar í netinum og so er 2-1.

Aftur gongur tað bara ein lítil løta, talan er bert um nakrar minuttir, so hevur B71 økt leiðsluna. Kristian Krog Hentze fær sent bóltin inn fyri til Tijani, ið setur høvdið á og økir til 3-1.

Seinasta málið er eitt upplegg frá debutantinum Eduardo Coimbra, ið leggur bóltin til Tijani, enn eina ferð, ið smekkar til og skorar til 4-1. Fyrsta hattrickið í ár!


Vit liggja nummar 1!

Tað eru bert 3 dystir leiktir higartil og higartil hava vit spælt ímóti næstbestu liðunum hjá Betri deildar liðum. Hettar er vert at hava í huga, tí man skal vænta at tað eru feløgini, ið hava sítt besta manslið í deildini, ið burdu verið stinnasta mótstøðan.

Tá tað so er stagt, so hevur tað heldur ikki verið nakar avgreiðsluspurningur hesi síðstu umførini og hóast dagsins dystur endaði 4-1 til B71, so var tað ikki so at NSÍ ikki megnaðu at bíta frá sær. Onnur lið í deildini hava merkt tað sama og líkt er til at í ár kunnu øll lið taka stig frá hvørjum øðrum. Tí er tað eitt sera gott tekin, um ikki annað, at vit liggja nummar eitt við fullum stigatalið eftir hesi trý umfør, sum tað einasta liðið í deildini. 2 stig frammanfyri FC Suðuroy á 2. plássinum.

Fult stigatal eftir fyrstu trý umførini, tað skulu vit leita heilt aftur til 2006 fyri at finna seinasta dømi um. Spurningurin er hvat man kann staðfesta út frá slíkum hagtals samanberingum, men í allarminsta lagið kann man staðfesta, at liðið er á góðari kós tíðliga í árinum. Hettar hevur verið okkara stóri veikleiki leingi og av tí sama, so er tað gott at vit tykjast hava rættað upp uppá hettar higartil í ár.


Ein øgilig fjøld!

Vit kunnu staðfesta eftir nakrar vikur av fótbólti, at tað er ein tíð áðrenn tunnil og ein tíð aftaná tunnil. Ringt er at meta um nágreiniliga áskoðaratalið, eftirsum seldu atgongumerkini bara er partur av áskoðarafjøldini, hartil eru árskortshaldarar, børn og ungdómur upp til 16 ár, umframt vaktir, krevjarar og hjálparfólk annars.

Tað er tó onki at ivast í at har vóru yvir 100 fólk inni í Dal í dag og hugdu at besta mansliðnum og ungdómsdystir í U15, U16 og U17 deildunum hava eisini drigið eina stóra fjøld. Størri áskoðaratal enn nakrantíð áður.

Hettar er sera stuttligt at síggja og tá gongdin er góð, so merkir tað eisini at fólk leita sær suður at hyggja og tað legst afturat við áhugaðum fólkum. Hetttar ger gott í kassan, men minst líka týdningarmikið er stuttleikin í felagsskapinum, tá vit eru nógv inni í Dal og stytta okkum stundir saman.

Næsti dystur er tó á útivølli. Í Gundadali leygardagin 06. apríl ímóti B36. Enn ein møguleiki fyri trimum stigum, ið vit gjarna skulu taka av, áðrenn vit hitta fyrsta uppflytaraliðnum, TB, á heimavølli inni í Dal 13. apríl.

Stuttligt verður at fylgja við í ár, tað er vist!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar