Kjærbo á blettinum

Tað tók eina løtu, heili 82 minuttir, áðrenn okkara gul/bláu fingu forloysandi málið ímóti einum vælleikandi HB liði.

Sandoyingar møttu upp í stórum talið í Gundadali í gjárkvøldi, at stuðla okkara monnum í Gundadali ímóti teimum reyð/svørtu úr HB. Onkur vildi vera við at tey taldu eini 60, onnur hildu tað vera upp ímóti 100, men undir øllum umstøðum, so hjálpti "Guli Dalurin" liði sínum á mál aftur í gjár.


Kappingarleisturin og tey næstbestu liðini

Tað verður meir enn so sagt, at lið sum B71 mugu klára at vinna eitthvørt næstbesta lið, ið verður mannað í 1. deild, óansæð um tað bert eru menn sum spæla burturav í næstbestu deildini ella um hesi lið eru mannaði við styrki úr bestu deildini. Sjálvi halda vit tíðum at ketan loypir eitt sindur av her, tí tað er púra givið at leikarar, ið leika í hægstu deild, fara at vera betri fyri enn teir, ið spæla í næstbestu deild. Sum útgangsstøði.

Hóast hettar, so var dagurin í gjár eitt dømi um at tað er kanska ikki neyðugt at spekulera so nógv í hesum, tí besta liðið hjá havnamonnum var í Gøtu og spældi ímóti Víkingi og hóast hettar, so vóru "eykamennninir" hjá HB meir enn klárir at spæla ímóti einum væluppløgdum besta liðið úr Sandoynni.

Tað er eisini nokkso logiskt, at eitt afturvendandi samanspælt lið, fer at klára seg betur enn eitt lið, ið verður broytt viku fyri viku. Av tí sama, so hevur B71 seinastu árini havt tað munandi truplari at basa liðum sum Víking og KÍ, enn HB og B36 í næstbestu deildini, eina og aleina, tí tað tykist sum at teirra næstbesta lið er minni skiftandi enn tey úr Havn. Tað sæst eisini á stigatalvuni í næstbestu deildini hvørji næstbestu lið klára seg betur og hvørji klára seg verri. KÍ og Víkingur enda uppi í toppinum ár um ár, meðan HB og B36 stríðast undan niðurflyting.

So kann man spyrja seg sjálvan hvat niðurstøðan av hesum man vera. Tann fyrsta kann vera at tey næstbestu liðini klára væl at mannað síni lið, uttan at fáa "styrk" uppi frá. Tann næsta niðurstøðan kundi tí eisini verið, við atlit til dømini um KÍ og Víking versus HB og B36, at feløg fáa væl meiri burturúr at royna at hava eitt stabilt, lítið skiftandi 1. deildar lið afturat sínum Betri deildar liðið. Tað tykist sum 1. deild er ein lág prioritering hjá havnafeløgunum og møguleikin at menna sínar leikarar hevur ikki verið tikin í nóg stórum álvara har, sum longri norðanfjørðs.

Tað sum er eitt sindur av einum paradoksi er hinvegin, at vit sum hava okkara "besta manslið" í 1. deild, dáma betri kappingarførar dystir ímóti KÍ og Víkingi, enn dystirnar ímóti HB og B36, ið eru minni kappingarførir og vit vinna "lættari" og oftari. Hví, vendir aftur til ynski um eina deild, har man kennir sína mótstøðu og man fær fyrireika seg væl og virðiliga til eina uppgávu. Óansæð hvat onnur munnu halda, so tekur B71 uppgávuna at vinna seg úr 1. deild í stórum álvara og tá man ikki metir at mótstøðuliðið tekur uppgávuna í líka stórum álavara, so sigur tað seg sjálvt at samanbrestir fara at koma.

Í gjárkvøldi spældi B71 ímóti einum fínum HB liðið, ið kláraði seg væl. Mundi enntá tikið stig frá einum besta liðið og var tað ikki fyri eitt áhaldandi trýst og eitt sindur av hepni, so høvdu teir megna tað. Haldið áfram, so fáa vit tað mótstøðu okkum tørva og ynskja.


Dysturin

Sum sagt, so leikti heimaliðið væl. Tá tað so er sagt, so var tað, eins og tilfeldið var í farnu viku ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, sera trupult at bróta verjuketuna hjá B71 niður. Vit standa sera væl í ár og tær fáu ferðirnar mótstøðuliðini koma til skot, so eru tey oftast langskot og har hava vit sera góðar málverjar at taka sær av paragraffunum. Í farnu viku var tað Klæmint Olsen, ið helt búrið reint og í gjár var tað nýggi Harry Kircher, ið megnaði tað sama. Ivaleyst koma vit at síggja hesar skiftast eitt sindur á einsamalla málverjuplássinum, men báðir eru klassa málverjar, umframt at vit beint aftanfyri teir hava dugnaligar U21 málverjar í Wenningsted Ørvarodd og Dawid Nowicki. So sigast má at vit eru sera heppin í ár, í so máta.

Tað er í høvuðsheitum B71, ið er vandamiklari í fyrra hálvleiki og sum ikki eina ferð so er tað TJ, ið oftast hóttir. Kristian Krog Hentze og Jónatan Kjærbo royna seg tó eisini, saman við Hans O. Hentze í oddinum, men yvirhøvir er tað ikki ræðuliga nógv at skriva heim um hesa fyrstu løtuna. Bæðini liðini standa væl og ilt er at síggja hvar leiðslumálið skal koma frá. 0-0 til hálvleiks.

Í øðrum hálvleiki kemur royndi Mads Hentze inn ístaðin fyri Kristian Krog Hentze og trýstið heldur á fram. Minuttirnir telja niður og tað er meir og meir sandoyingar, ið hava bóltin. Tað letur til at tað er ein spurningur um tíð, áðrenn tað fer at bragda, men spurningurin er bara um nóg mikið av tí er eftir.

Í 82. minutti fær B71 horna og Jónatan Kjærbo verður settur at skjóta. Tað er tættur trunki av leikarum frammanfyri málið og tá bólturin verður sendur innfyri, tætt uppundir mál, roynir HB málverjin at boksa, men er komin ov langt fram. Bólturin fer beint uppum høvd hansara og beinleiðis í mál. 0-1 til B71 og frøðin er stór, bæði á leikarum, men eisini fjepparaskarðanum, ið hava bíða leingi eftir leiðslumálinum.

HB trýstir meira seinastu løtuna, men tá avtornar, so er tað B71, ið heldur fast og 3 stig afturat eru komin á kontoina. Fult stigatal eftir tveir dystir og nú verður so landsliðssteðgur í 2 vikur og góður møguleiki at koma fyri seg aftur áðrenn næsta heimadyst ímóti NSÍ 30. mars.


Hvar eru landsliðsvenjararnir?

Best sum vit gleðast um góðu gongdina hjá B71, so er tað kortini undrunarvert, at vit kunnu hava havt eitt væl samanspælt ungt lið í Sandoynni, ið fleiri ferðir hevur verið á gáttuni til Betri deildina, men hóast hettar, so er tað bara hendingaferð at nakar leikari hjá okkum hevur verið á landsliðnum ella yvirhøvir tikin við í betraktning.

Sikkurt eru tað orsøkir til hettar, ið ikki elva til stórar konspiratiónsteoriir, men tá man so sær hópirnar sum verða tiknir út til U17, U19 og U21 landsliðini, so spyr man seg sjálvan spurningin "hví eru hesir royndari og betri" enn teir vit hava? Í ávísum førum finst tað eitt svar, ið man við eitt sindri av sjálvsrannsakan kann koma fram til, men til tíðir kunnu stór spurnartekin vera sett við hvussu stórt arbeiði landsliðtoymini gera við at hyggja at eitt nú Sandoynni. Kanska tað verður betri nú tað er koyrandi til dyst í Sandoynni, hvør veit.

Eitt nú, er tað sera undrunarvert at málskjúttin í gjárkvøldi, skjótt 20 ára gamli Jónatan Kjærbo, verður javnt og samt yvirsæddur til landsliðvirksemi, hóast hann í nógv ár hevur leikt burturav á besta mansliðnum hjá B71 og verið ein av bestu leikarunum.

Eisini kunnu vit nevna Boga Hentze, ið somuleiðis hevur leikt, og leikt væl, í nógv harrans ár í 1. deild, men bert einkultar ferðir verið uppá tal.

Jákup Høgnason var eitt legg niðri og las, áðrenn hann kom aftur til landið, men hann sær ikki út til at vera attraktivur fyri ein landsliðvenjara at umhugsa, eiheldur Kristian Krog Hentze, ið var skaddur eitt langt strekki, men rundanum tað var tøkur og spældi regluliga.

Er tað veruliga so galið at hesir góðu leikarar mugu fara til HB, B36 og aðrastaðni og spæla regluliga við teirra U21 liðum fyri at vera sæddir? Tað tykist soleiðis og tað er sera skaðiligt fyri B71, ið roynir at tala okkara sak, at leikarar kunnu mennast her suðuri eins væl og teir kunnu mennast aðrastaðni. Tá teir so verða komplett ignoreraðir til landsliðsfótbólt, tá fellir okkara argument eitt sindur til jørðina og arbeiði okkara verður mótarbeitt av teimum, ið ivaleyst vilja føroyskum fótbólti væl. Ivaleyst gera tey hettar ikki bevíst, men her eru for nógv dømir til at tað bara kann vera tilvildarligt.

Tað verður mett nógv betri at spæla U21 dystir í Havn og Klaksvík og omegn, enn 1. deild fyri B71. Soleiðis er tað. Kanska hendan áskoðanin skuldi verið revurderað.


Lítil støðgur og so 100% aftur

Ein gjøgnumgangandi sannleiki fyri 2024 er at B71 menninir mugu vera klárir til einhvønn dyst, til einhvørja tíð, um tað skal røkka til eitt uppflytingarpláss til Betri deildina.

Landslðsvirksemi (har B71 leikarar kunnu taka sær av løttum) merkir 14 dagar av støðgi, áðrenn runavíksingar koma suður at spæla síðst í mánaðinum.

Higartil er tað bert eitt lið, ið hevur klárað fult stigatal og tað er júst næsta mótstøðuliðið NSÍ, hóast hettar kann broytast í dag, tá AB møguliga fær sigur nr. 2 á kontoina.

B71 hevur ikki megnað 6 stig í fyrstu tveimum dystunum síðani 2015, tá vit kortini ikki komu í nærnámind av eini uppflyting tá avtornaði. Hettar verður vónandi øðrvísi í ár, tá uppflyting er absolutta málið.

Týdningarmikið, hóast steðg, at arbeitt verður miðvíst og at menn eru í góðari venjing og klárir. Fult stigatal kann væl vera veruleiki eftir loknan dyst ímóti NSÍ 30. mars og tað bæði vóna og vænta vit.

Drívið á B71!

 

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar