Loksins ein góð byrjan!

B71 menninir hava verið mestsum gandaðir seinastu árini og fyrra hálva hevur verið tann veikara helvtin av árinum fyri okkara viðkomandi. Leygardagin greiddu okkara tó setningin væl og vunnu ein rímiliga tryggan 2-0 sigur á teimum næstbestu úr Klaksvík.

Tað er í forvegin lagt upp til eitt gott kappingarár fyri okkara viðkomandi. Tað er ikki fyri at vera hástór, men vit hava hóast alt gjørt eitt langt og gott forarbeiði fyri at vit uppá sikt skuldu menna eitt manslið, ið ikki bert hevði dygdirnar at flyta upp úr 1. deild, men var bygt uppá eitt nøkulunda trygt grundarlag, ikki bert liðið sjálvt og einkultir leikarar, men allur hópurin, alt toymið rundanum og við øllum viðhaldsfólkum og stuðlum við.

Alt felagið sum tað er, er eitt kempistórt maskinarí og tað skerst ikki burtur at besta liðið hjá monnum er lokomitivið hjá felagnum. Tí hevur tað verið stuttligt at síggja venjingar og venjingardystir undan kappingarbyrjan, tí lokomitivið sær gott út í ár. Útlendski styrkurin sær út til at hava eydnast væl og hópurin er bólgnaður munandi við leikarum norðanfjørðs, ið hava tilknýti til oynna. Afturat teimum er so bulurin í liðnum, ið eru okkara leikarar, heimahoyrandi í Sandoynni, ungir og eldri, ið annaðhvørt hava borið liðið í fleiri ár ella byrja at banka uppá dyrnar til fleiri minuttir á besta liðnum.

Tað er at vóna at í ár er árið tá alt gongur upp í eina hægri eind, tí man situr veruliga við kensluni at í ár kann gerast okkara ár.


Dysturin

Tað vóru góð líkindir at leika fótbólt leygardagin og hóast vit, sum tit síggja, halda nógv um okkara egnu møguleikar at vinna sæti aftur í bestu deildini komandi kappingarár, so er tað ikki tað sama sum at man avskrivar dyggu mótstøðuna vit fara at fáa í, at kalla, øllum dystum. Deildin er ikki hvat hon eina ferð var og tey næstbestu liðini hjá Betri deildar feløgum eru javnt og samt, nærum líka góð sum tey, ið hava sítt besta lið í 1. deild. Av tí sama, so var tað væntandi at KÍ fór at stilla við einum kappingarførum hópi til kappingarárið 2024 og tað leikaði eisini javnt á millum liðini bæði hendan dagin inni í Dal.

Tíbetur eru tað sandoyingar sum tó fáa hol á í 18. minutti, hóast bæði liðini hava vandamikil álop frá byrjan av. Romulo Bosquiero gúppar ein bólt høgt upp í loft úr verjustøðu og hann fer líka yvirum miðjuna, har Tijani Mohammed heldur verjuleikaranum frá bóltinum. Hann spelar frameftir síðuni, við verjuleikara uppá sleip og komin inn í sekstanmeturin, klárar hann at sneiða bóltin innum til Jónatan Kjærbo, ið er komin stórleypandi fram við í álop.

Jónatan setur innarasíðuna á og lyftir bóltin uppum málverjan, ið er farin niður at royna og bjarga bóltinum, ið fer beint í málið til 1-0.

B71 er nokk betra liðið í fyrra hálvleiki við fleiri naskum royndum, men 1-0 er so leiðslan til hálvleiks.

Í øðrum hálvleiki fær KÍ meiri tak á, hóast B71 fleiri ferðir eru um at økja. Dysturin bylgjar nokkso nógv aftur og fram líka til 82. minutt, tá Jónatan Kjærbo fær lønt Tijani Mohammed aftur fyri uppleggi í fyrra hálvleiki, tá hann leggur bóltin innfyri og TJ við einum sera flottum saksaspark/heilfluktara, fær smekkað bóltin í kassan rættuliga fitt burturfrá málinum. Eitt sera flott 2-0 leiðslumál.

Í 88. minutti er TJ nær við at blíva leysur aftur til enn eitt mál, mnen Kristoffur Jakobsen taklar mannin, heldur enn bóltin og fær tí eitt reytt kort fyri ómakin. Seinastu minuttirnir blíva tí nokkso vandamiklir fyri klaksvíksingar, ið eru undirmannaðir og B71 er fleiri ferðir hóttandi. Fleiri mál gerast tað tó ikki til og B71 vinnur fyrsta dyst í kappingarárinum, ið teir ikki hava megna síðani teir vunnu 4-1 í fyrsta dysti í 2021, tað ferðina somuleiðis ímóti KÍ á heimavølli.


Fríggjakvøld 15.03 í Gundadali

Næsti dystur verður ein gerandiskvølds dystur í Gundadali ímóti HB um 4 dagar.

Vit hava góðar vónir, hóast dystir mitt í viku og gerandisdagar sum heild, eru ikki tað allarbesta. Bestu fortreytir at kappast í Føroyum, har allir leikarar amatørar, eru nærum altíð frídagar, ikki vanligar arbeiðsdagar. Men soleiðis verður tað hesu ferð og eftir 2. dyst, er so landsliðssteðgur í tvær vikur, áðrenn vit aftur eru á heimavølli, ímóti NSÍ, leygardagin 30.03.

Vanligt hevur verið at sandoyingar hava tørnað út í hópatali til dyst í Gundadali, at stuðla B71 og stemningurin hevur ofta verið av tí allarbesta. Vit ganga harðliga út frá at so verður aftur og meir afturat, nú koyrandi er líka til vøllin!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar