Enn ein brassi!

Í fjør fingu vit tvinnar styrkir úr Brasilien, Romulo og Henrique. Tá avtornaði var Romulo verandi og Henrique fann sær nýtt felag í Albania. Nú er tó ein brassi afturat í hópinum!

B71 man ikki vera einasta felagið í Føroyum, sum hevur góðar royndir við brasiliumonnum, men vit munnu vera eitt av feløgnum í Føroyum sum oftast leitar sær styrk haðani. Akkurát hvat tað er sum ger tað, er so spurningurin. Eina ferð ljóðaði tað at orsøkin til at sandoyingar valdu sær gulan lit tá B71 var stovnað, var tí teir dámdu so væl brasilienska landsliðið.

Hvussu so er og ikki, so hava vit havt bæði Clayton Soares og sonin Klayver í hópinum í nógv ár, umframt at vit eitt skifti fyrst í 2000 árunum, høvdu fýra brasilienarar samstundis á besta liðnum. Í nýggjari tíð, so hava tað aftur verið nakrir og Eduardo, ið er gamal kenningur hjá verjuleikara og venjara okkara Romulo, er so enn ein brassi, ið legst afturat listanum av B71arum haðani.

Eduardo er álopssinnaður miðvallaleikari og hevur seinastu árini verið undir hægri lesna í USA, har hann eisini hevur leikt fótbólt við universitets liðnum.

Higartil í venjingardystum hevur tað gingið stak væl hjá Eduardo, ið má sigast at vera ein eksplosivur álopsleikari, við veruligum máltevið. Seinasta venjingardyst skoraði hann tværreisur í einum 3-0 sigri.

Hjartaliga vælkomin Eduardo og til lukku við sáttmálanum!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar