Enskt/svenski Harry til Føroyar

21 ára gamli málverjin, við fótbóltsuppvøkstri í IFK Luleå, hevur skrivað undir við B71 kappingarárið 2024.

Nógvir góðir málverjar hava verið partur av besta liðnum farnu árini, ið nú eru farnir víðari, annaðhvørt í arbeiðsørindum ella til onnur feløg. Jóhan Herálvur Hentze, Símun Rógvi Hansen, Gerhard P. Lognberg, Terji Brynjarsson hava allir staðið í mál fyri B71 seinastu árini, men í ár eru so 4 málverjar í hópinum, Wenningsted Ørvarodd og Dawid Nowicki, ið báðir hava aldur til U21 og væntandi verða teir sera týdningarmiklir har, nú vit hava meldað liðið til a-bólkin fyri fyrstu ferð, meðan Klæmint Olsen hevur játtað at átaka sær ein størri leiklut við fótbóltinum í ár. Harry legst sostatt afturat hesi sera góðu málmanstoyminum. Tað sum ofta er serligt hjá málverjum, er at teir gerast skjótt stuðlar hjá hvørjum øðrum, hóast teir í grundini eru kappingarneytar og eitt sum er sikkurt, sum amen í kirkjuni, tað er at kappingarárið er langt. Tað skuldi tí verið løgið um ikki allir fingu sín kjans at standa í mál á besta liðnum og í seinasta enda er tað til einhvørja tíð tann sum stendur seg best, ið vinnur einsamalla sessin í byrjunaruppstillingini.

Afturat tí at Harry veitir kapping á málmanspostinum, so er tað eisini meiningin at ungi málverjin tekur sær av málmansvenjing fyri børn og ungdóm í B71, ið vit hava eftirlýst og mangla at lagt í fasta legu í eina tíð.

Vit gleða okkum annars at síggja hvussu kappingin hilnast millum málverjarnar.

Hjartaliga vælkomin til Føroyar og til lukku við sáttmálanum, Harry!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar