Jan Eskild heldur á fram

Trúgvi tilflytarin, ið hevur búð í Skopun í nógv ár, hevur játtað seg til enn eitt ár í venjaratoyminum hjá besta mansliðnum.

Nógv kenna helst Jan Eskild sum dómara í eitt drúgt áramál, men í fjør vendist áhugin meiri ímóti at royna venjarayrkið. Uppgávan var stór, tá hann var biðin um at hjálpa Richardi við besta liðs venjingum. Væl gekst tó og arbeiðið hevur hildið á fram í vetur og nú er nýggj avtala so gjørd, so Jan Eskild heldur á fram sum hjálparvenjari í venjaratoyminum hjá besta mansliðnum.

Saman við øðrum venjarum í felagnum hevur Jan Eskild júst lokið C2 venjaraskeið og ætlanin er at fáa hann víðari uppeftir, so venjaratoymið gerst so sterkt og væl útbúgvið sum gjørligt komandi árini.

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar