Nowicki yngri vendir aftur

Fyri 30 árum síðani, í 1994, spældi eldri Nowicki fyrsta dystin sín við besta mansliðnum hjá B71. Dawid hevur nú tikið málmanshandskarnar uppá aftur eftir drúgva fráveru frá B71.

Hettar er hóast alt ikki fyrsti sáttmálin hjá Dawid, ið fekk fyrsta sáttmálan fyri 5 árum síðani, tá hann bert var 16 ára gamal og spældi tá sín fyrsta og higartil einasta dyst fyri besta mansliðið á seinasta leikdegi sama kappingarár.

Árini hareftir hevur Dawid bert leikt av og á, mest fyri U21 til tíðir og seinasta kappingarár fekk hann so møguleikan at ferðast til Vágarnar at hjálpa MB í 2. deild. Har blivu tað til 7 dystir og áhugin er tíbetur kyknaður aftur fyri regluligum fótbólti og av tí sama so hevur Dawid gjørt av at flyta leikaraloyvið aftur til B71 og sáttmáli bleiv eisini undirskrivaður fyri nøkrum døgum síðani.

Dawid hevur enn aldur at spæla við U21 og tað merkir at vit hava fleiri møguleikar á málmanspostinum bæði við U21 og hjá 1. deild. Kapping er at fyritrekkja, eisini millum málverjar. Vónin er tí at kappingin fer at dríva allar mans at betra seg og harvið styrkja seg sjálvan og felagið.

Hjartaliga vælkomin heimaftur, Dawid og til lukku við sáttmálanum!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar