Jákup aftur í B71

Ungi skálavíksingurin hevur verið niðri í lestrarørindum, men vendi aftur til klettarnar her fyri og verður verandi við B71 í øllum førum 2024 út.

Frágongdin í B71 hevur ikki verið serliga stór í ár, í øllum førum ikki í mun til í fjør. Men verjan er nokk harðast rakt kortini, havandi í huga at tveir stórir verjuprofilar; James Drye og Alvi Jespersen ikki tørna út fyri B71 komandi kappingarár. Alvi fer niður í lestrarørindum í næstum, hvørt merkir at hann møguliga verður aftur at síggja einkultar dystir, meðan James tók stigið víðari upp í Betri deildina og skrivaði undir sáttmála við NSÍ.

Tí var tað sera kærkomin styrkur, tá Jákup meldaði út at ætlanin var at vera verandi í Føroyum eitt skifti. Higartil hevur 20 ára gamli verjuleikarin spælt 66 ferðirnar tilsamans fyri besta liðið, umframt 29 dystir við U21, so royndirnar fara at gera seg galdandi komandi tíðina og uttan iva verður maðurin sera týdningarmikil í royndini at førka sær ævigt nærri uppflytingini.

Enn eina ferð velur unga fólkið hjá B71 at spæla við Sandoyar fótbóltsliði.

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum og blíðan byr!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar