Richard Goffe høvuðsvenjari

Nógv fokus hevur verið á leikarasáttmálar í seinastuni, men vit hava, og eru í fer við, at manna venjaratoymið til komandi ár.

Richard Goffe hevur nú verið venjari hjá B71 seinastu 4 árini og til jólar varð nýggj avtala gjørd um at halda á fram við samstarvinumí tvey ár afturat.

Felagið hevur ofta verið sera heppið við venjarum, nógvir góðir venjarar hava verið rundanum børn, ungdóm og vaksin, men fyri nøkrum árum síðani var stóra avbjóðingin haldføri, eftirsum at venjaraskiftini vóru alt ov títt. Stórur dentur var tískil lagdur á at fáa ein høvuðsvenjara til felagið, ið leyk treytirnar, hevði rætta støðið og møguleika at vera verandi hjá felagnum í longri tíð. Av tí sama, so skrivaðu vit undir tvey ára sáttmála, ið vit endurnýggjaðu við ársbyrjan 2022, í tvey ár afturat.

Nógv vatn er runnið í ánna seinastu árini og frá at hava 1 starvsfólk fulla tíð fyri 4 árum síðani, so koma vit í 2024 at hava 3 fólk í fulltíðarstarv hjá felagnum, ið er ein ótrúlig og jalig broyting. Hettar setur tó stór krøv til at raksturin av felagnum er skynssamur, men við ótrúliga dyggum stuðli frá kommunum, sandoyingum og stuðlum/samstarvsfeløgum, umframt vælvild frá leikarum, foreldrum og mongum øðrum, so ber hettar til.

Úrslitið av hesum íløgunum er eitt sera væl rikið og virkið felag, ið bjóðar eina rúgvu av tilboðum til bæði íðkarar, limir og vitjandi gestir.

Richard, ið fyllir 42 ár um nakrar fáar dagar, hevur eina langa og virkna venjarayrkisleið aftanfyri seg, bæði í Onglandi, Kina, Íslandi og nú við B71 í Føroyum. Fyrstu árini var Richard ógvuliga virkin við bæði 1. deild og barna- og ungdómsarbeiðinum og legði grundarlagið fyri tí virksemi vit hava í dag, men framyvir er barna- og ungdómsvenjingin løgd meiri út til venjarar, ið høvuðsungdómsvenjarin varar av, ið sostatt merkir at Richard framyvir hevur størri fokus 1. deild mansliðið, umframt ávís eldri ungdómslið hjá felagnum.

Vit gleða okkum til tvey ár afturat og komandi dagarnar verða seinastu avtalurnar um venjaratoymi hjá 1. deild gjørdar og kunngjørdar her á síðuni.

Hjartaliga tillukku við nýggju avtaluni fyri 2024-2025, Richard!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar