TJ er gulur aftur  í 2024!

Hettar verður 9. ár, ið ghanesiski Traðarmaðurin tørnar út fyri B71.

Toppskjúttin farna kappingarár skoraði 21 mál í 27 dystum, ið samstundis er persónligt met hjá Tijani í B71 troyggjuni. Í 2024 verður maðurin 34 ár, so hóast høgan aldur, so er alt sum týðir uppá at seinasta B71 málið er ikki skotið enn.

Afturat sáttmálanum sum er galdandi fyri komandi kappingarár, so er tað partur av avtaliuni, at TJ heldur á fram at vera venjari hjá B71 og kemur ivaleyst at venja eldru ungdómsleikararnar hjá B71. Í løtuni er maðurin í læru sum timburmaður og vit eru tí sera heppin at tað letur seg gera at rætta felagnum eina hjálpandi hond.

Stinni álopsleikarin verður týdningarmikil fyri okkum komandi ár og hiðani ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt frálíkt komandi kappingarár um ikki so langa tíð.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar