Hoyviksingar við tilknýti - 2. partur

Seinna kunngerðin um leikarar norðanífrá er um Aron, ið er tvíburðabeiggi, Julian, ið júst er lagdur út á alnótina.

Hóast skræðan líkist nógv, so má man tó hava tað sum prinsipp her í lívinum, at man er sín egni persónur, hóast tað var freistandi, fyri nemmheitsins skyld, at gera eina grein um báðar beiggjarnar, ið skrivaði undir við B71 í gjár. Tó so, vit gera tað ikki ting her í lívinum, tí tey eru nemm, men tí tey eru trupul, sum forsetin, John F. Kennedy, tók til á sinni og soleiðis er tað altíð hjá B71.

Av tí sama, kann man spyrja seg sjálvan, hvat fær tveir hoyvíksingar at leggja leiðina suður til truplari umstøður og munandi harðari uppgávur? Svarið er sjálvandi eitt tilknýti, í og við at pápin, sum áður nevnt, er Frankie Jensen, ið bæði spældi og vandi B71 fyri nógvum árum síðani, men eisini møguleikin at mennast og kanska fáa møguleikan her, ið man ikki væntar sær at fáa aðrastaðni. Er tú góður nokk, so eru tú góður nokk, men trupulleikin er sjálvandi at tað eru bert 11 sum kunnu spæla í einum dysti í senn og tað merkir at nokkso fitt av leikarum, ið annars gott kundu leikt, kunnu enda við at loypa av.

Aron F. Knudsen, ið saman við beiggjanum Julian, skrivaði undir í gjárkvøldi, er miðvallaleikari og hevur, eins og bróður, leikt við B36 seinastu tíðina og í Hoyvík og HB, áðrenn tað.

Bróður hevur ikki enn fingið fyrstu minuttirnar hægri enn triðjbestu deildini, men ífylgi støðugt góðu kelduni Faroesoccer, so fekk Aron 10 minuttir í 1. deildar dysti í fyrru hálvu av kappingárinum í ár og hevur afturat tí eina dystinuum í næstbestu deildini, spælt 6 ferðir í 2. deild, umframt U21 og ungdómsfótbólt áður.

Spurningurin er so bert, hvør fær flestar minuttir í 1. deild komandi kappingarár, tað, umframt mangt annað, verður sera spennandi at fylgja við í komandi tíðina og vit ynskja báðum alt tað besta í royndini at vinna sær pláss á besta mansliðnum hja sandoyingum.

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum, Aron!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar