Hoyvíksingar við tilknýti

Vónin var, at nýggi vegurin til Sandoynna fór at birta uppundir áhuga at koma hendan vegin og fyrstu teknini um hettar, byrja so smátt at hómast.

Nógvu seinastu árini, hava fólk fra nógvum ymiskum heimspørtum lagt leiðini inn í Dal at spæla fótbólt, men leikarar norðanfrá og aðrastaðni í landinum enn úr Sandoynni, teir kunnu nærum teljast á einari hond, hóast nógv av okkara egna ungdómi støðugt hevur valt at ferðast aftur og fram at venja og spæla við B71. Hettar hevur sjálvandi sína orsøk við at man má næstan vera føddur og uppvaksin á eini oyggj, fyri at reglulig ferðing við báti, er nakað man heldur seg vera føran fyri. Friður verið við tí; framtíðar sandoyingar fara valla at leggja seg eftir at sigla regluliga aðrastaðni enn til fiskiskap, og av tí sama, so verða vit nokk eins og øll onnur um eitt áramál. Tíðirnar broytast og vit broytast við.

Tá tað so er sagt, so hevur tað longu nú, áðrenn Teistin er givin at sigla, eydnast okkum at fáa samband og sáttmála við nakrar havnamenn, ið leggjast afturat besta liðs hópinum anno 2024!

Tó má sigast, at teir eru ikki heilt fremmandir fyri, í øllum førum nokkso nógv her suðuri, tí pápi teirra, Frankie Jensen, hevur bæði spælt og eisini vant besta mansliðið fyri eftirhondini nógvum árum síðani. Nú á døgum spælir hann tó mest til dans, tá hann vitjar her suðuri, men til tíðir er hann at síggja á Old Boys liðum hjá B71.

Julian F. Knudsen eitur eini beiggin, ið skrivaði undir sáttmála við B71 í gjárkvøldi og hevur, saman við beiggjanum Aron, verið her suðuri og kannað umstøðurnar og teir valdu so her fyri at koma og hjálpa sandoyingum í royndini at spæla besta mansliðið uppaftur í bestu deildina hjá monnum, har vit áður hava roynt okkum, hóast hettar er rúm tíð síðan.

Julian hevur seinastu árini spælt við B36, men hevur eisini roynt seg í bæði Hoyvík og hjá kappingarneytanum HB í ungdómsárum.

Higartil eru tað ikki blivnir til nakrar dystir í næstbestu deildini, men 6 dystir í 2. deild blivu tað til í fjør, umframt U21 dystir og sjálvandi dystir við yngru aldursbólkum frá fyrr av.

Vit eru glað fyri at hava fingið góðan styrk og vóna at tað fer at gangast Juliani (og Aron, ið vit venda aftur til í næstu greinini) væl í royndini at vinna sær minuttir á besta mansliðnum hjá B71.

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum, Julian!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar