Framtíðin í mál

Wenningsted hevur gingið uppí málmansuppgávuna við lív og sál, siðani hann var lítil!

Tað hevur ongantíð verið nakað ivamál at ungi heimasandsmaðurin skuldi standa í mál hjá besta liðnum, tá hann gjørdist eldri og hann bleiv eisini tveittur útí uppgávuna skjótari enn vænta í fjør. Fyrsti dystur á besta mansliðnum bleiv spældur 01. apríl í ár og tilsamans blivu tað til 11 dystir á besta liðnum, umframt at hann, eins og onnur ár, spældi regluliga við U21 liðnum.

Komandi ár verður Wenningsted 19 ára gamal og hevur enn eina ferð játtað at spæla við B71. Ungu leikararnir hjá B71 hava ynskt at leikt í a-bólkinum komandi ár og tað fer uttan iva at menna teir uppaftur meira, umframt at tað hjá einum ungum málverja er eitt betri tilboð, tá kappingin um at vera fyrsti málmaður á besta liðnum mangan kann vera, og eigur at vera, hørð.

Sum er, ber ikki til at spáa um hvør fer at vinna dystin um at byrja inni í 1. deild, men Wenningsted hevur sum áður nevnt lagt nógv fyri í bæði venjing, dysti og fyrireiking annars og tekur uppgávuna í størsta álvara, so tað skuldi verið løgið um dystirnir á besta mansliðnum ikki gjørdist uppaftur fleiri komandi ár eisini.

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum, Wenningsted!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar