Klæmint er við aftur!
27 ára gamli málverjin úr Skopun, búsitandi á Sandi, ávegis til Skálavíkar, var fyrsti maður á leikaralistanum tá skrivast skuldu sáttmálar her fyri!
Tað er, sum vera man, altíð eitt sindur av togan aftur og fram, tá man skal savna ein leikarahóp til næstkomandi kappingarár og vit byrjaðu eisini uppaftur fyrr enn áður at savna undirskriftir, hettar fyri ikki at enda við leysum endum úti í januar, tá venjing er farin í gongd. Givið er at hettar merkti at leikarar máttu gera upp við seg sjálvan tíðliga hvat teir ætla sær komandi ár, ið er nakað óføroyskt, men væl hevur gingist og nú eru teir flestu komnir undir land. Vónandi koma teir seinastu skjótast gjørligt, so fokus kann setast á at tryggja uppflytingina í 2024.
So mikið avgjørdur og skjótur var Klæmint við undirskriftini, at hvørki myndatól ella formaður var til staðar, tá undirskriftin var í hús. Myndin kom tískil ikki í hús fyrrenn til vikuskiftið, tá vit avtalaðu at hittast inni í Dal við tí eina endamálinum.
Frískligt við so avgjørdum monnum og hóast Klæmint hevur verið eitt sindur inni og úti úr hópinum seinastu árini, so er maðurin ein knasandi góður málverji og hevur alt sum skal til fyri regluliga at standa í mál á besta liðnum. Vit gleðast og takka fyri skjóta avgreiðslu.
Hjartaliga til lukku við sáttmálanum!
Drívið á B71!