Royndur "utility" leikari

Hans hevur leikt við B71 á besta liðnum í nógv ár. Hóast nógv darvaður av skaða, so nærkast hann skjótt 100 dystum!

90 dystir er tað higartil blivið til á besta mansliðnum hjá B71, umframt 26 dystir á U21 liðnum. Hans er best fyri tá hann spælir frameftir á miðvøllinum ella í álopinum, har hann eisini hevur skorað nøkur týdningarmikil mál millum ár og dag. Hóast hettar, so er Hans ein leikari, ið spælir har hann skal, tá hann skal, uttan stórvegis hóvasták. Ein sokallaður "utility" leikari. Tílíkir eru ofta gull verdir og serliga á einum liðið, har skaðar og leikbann kunnu elva til at man stendur og manglar fólk at spæla einkultar dystir.

Vónin er tó at vit síggja ein skaðafríðan og væl upplagdan Hans komandi ár og at hann sleppur rættuliga at folda seg út. Evnini eru har og 2024 er hansara ár!

Til lukku við sáttmálanum!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar