Aftur, og klárur!
Fleiri ferðir hava vit verið um reppi at fáa fatur á Fróða, at koma og spæla fótbólt, men sjógvurin dróg harðari enn vit, so vit hava bíða við tolni til dagurin loksins upprann í gjár!
Fróði er ein av teimum mongu ungu evnaríku leikarunum, ið man í grundini bara bíðar eftir skal blíva somikið tilkomin at teir kunnu prógva sítt virði í besta liðs hópinum. Tó, valdi hann nokkso skjótt at fara út at sigla og tjena sær til dagin og vegin og hóast B71 altíð gjarna vil halda uppá sítt egna fólk, so er tað nú eina ferð soleiðis at tað finst ein verð uttanfyri okkara ítróttarboblu og tað skal man virða.
Tað hevur tó, næstan uttan undantak seinastu tíðina, at felagsskapur okkara er somikið sterkur og lokkandi, at tað er bert ein spurningur um tíð, so leita menn og kvinnur aftur á slóðina. So nú tá Fróði byrjar skúlagongdina og av tí sama legst uppá land, so er høvið loksins fyri at vit kundu fáa mannin aftur at spæla regluligan fótbólt. Møguliga sjógvurin dregur aftur seinni, men vit gleðast altíð um tær løtur vit fáa saman, heldur enn at stúra fyri nær vit skulu skiljast.
Fróði, ið fyllir 20 ár komandi ár, er annars ikki nakað óskrivað blað í B71 høpið og seinnu árini eru tað, við millumbilum blivnir til samanlagt 10 dystir á besta liðnum. 4 av hesum í fjør summar.
Í 1. deild hevur hann mest spælt sum verjuleikari, hóast hann á ungdómsárum regluliga hevur spælt longri frammi á vøllinum.
Hvussu so er og ikki, so gleðast vit um at Fróði sjálvur hevur meldað út at hann er klárur at taka takið við barndómsfelagnum og at hann ætlar sær all in.
Hjartaliga til lukku við sáttmálanum!
Drívið á B71!