Kjærbo á blettinum

Ársins ungi leikari ivaðist ikki. Enn eitt ár við B71 komandi ár!

Jónatan Kjærbo hevur sikkurt havt sítt besta kappingarár við besta liðnum higartil og vann eisini uppiborið heðurin sum besti ungi leikari á ársveitsluni fyri eini viku síðani.

Tað er tí sera gleðiligt at hann, sum aðrir, velja B71 framum onnur lið, og fer komandi ár at stríðast fyri at vit vinna okkum sæti í bestu føroysku fótbóltsdeildini, ið leingi hevur verið málsetingurin.

Kjærbo, ið hann mestsum altíð verður kallaður, er bert 19 ára gamal, men er ein av teimum mest royndu leikarunum á liðnum. Hettar er sjálvandi avbjóðandi, tá eitt felag dúvar so nógv uppá so ungar leikarar, men í okkara førið, so eru leikararnir altíð vaksnir væl við uppgávuni og tá tað riggar, so riggar tað ógvuliga væl.

Ivaleyst verður Kjærbo ein av lyklaleikarunum komandi kappingarár og vit vænta okkum nógv av honum og øðrum, at bera okkum fram á mál og hægstu tindar. Vit vita at teir megna tað, tí teir hava fingið gott í beinini og trívast betur og betur við alsamt størri málsetningum.

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum!

Drívið á víðari!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar