Kristian á vonginum!
Ungi heimasandsmaðurin nýttist ikki nógva sannføring. Hann vildi vera B71 aftur komandi ár!
Kristian Krog Hentze hevur, við undantaki av einum longri strekki úti við skaða, verið sjálvskrivaður maður til dyst seinastu árini. Fáur maður vil tað so nógv sum Kristian og evnaríkur er hann so afturat. Kenslan er kanska tann at vit hava dansað rundanum tann heita greytin við uppflyting í so nógv ár eftirhondini, at uppgávan má fylgjast til dørs!
Stóra styrkin í hópinum er júst hesin brennandi viljin eftir at B71 skal klára seg væl og at vit, í mansfótbólti eisini koma uppaftur millum tey bestu liðini, óansæð hvussu torfør uppgávan er. Uppgávan gerst kanska lættari nú við føstum sambandi komandi ár, men av tí sama, so skulu vit minnast til at tað er líka skjótt báðar vegir. Tí mugu vit náa tey mál vit seta okkum innafyri rímiliga tíð og støðugt liva upp til at verða tað felagið, ið vit bera orð fyri at vera og sum okkara leikarar og viðhaldsfólk vænta av okkum, at vit eru.
Ein máti at vísa hettar útatil, er gjøgnum fyrimyndir okkara og har eru besta liðs leikarar sum Kristian góð umboð. Evnaríkir leikarar sum støðugt halda fast við B71, eisini tá boð hevur verið eftir teimum aðrastaðni.
Gleðiligt at vit fáa minst eitt ár afturat í samstarvi! Við vón um fleiri ár eftir tað!
Hjartaliga til lukku við sáttmálanum!
Drívið á víðari!