Eitt ár afturat!
Sum so ofta er tilfeldið, í og við at vit hava so nógvar ungar leikarar, so kemur tað fyri at menn fara av landinum í lestrarørindum og seinastu tíðina hevur tað verið spurningurin um dynamoin á miðvøllinum, Bogi Hentze, fór at vera tøkur eitt skifti komandi ár. Men nú tykist hettar vera vist.
Avbjóðingin við at hava ein so ungan hóp, sum okkara, er at vit liva viðhvørt uppá lánta tíð, ikki so nógv orsaka av manglandi hugi at spæla við B71, men púra natúrligani orsaka av broytandi lívsviðurskiftum. Hettar taka vit við og taka eisini hædd fyri til einhvørja tíð.
Bogi Hentze er ein av teimum sum hava boðað frá at hann verður nokk eitt skifti uttanlands í lestrarørindum, spurningurin er so bara nær hettar verður. Sum skilst, verður tað tíbetur ikki beinanvegin og tað merkir at vit fingu skriva undir ein sáttmála við unga heimasandsmannin fyri komandi kappingarár, ið má sigast verða stórur styrkur fyri besta mansliðið.
Hóast bert 20 ára gamal, so hevur Bogi higartil leikt 5 kappingarár við besta liðnum og hevur tí nógvar royndir, ið man ikki bara uttan víðari erstattar.
Hjartaliga til lukku við nýggja sáttmálanum!
Drív á víðari!