Nóa fyri fyrstu ferð!
Leingi er tað, ið væl skal vera. Nóa Falkvard Petersen, hevur farna árið verið í Norra, men kom so heim aftur í hálvuni. Seinastu tíðina hevur ungi maðurin verið og vant við 1. deildar hópinum og í gjár skrivaði hann so undir fyrsta sáttmálan við besta liðs hópinum.
Nóa er frammanundan kendur sum ungdómsleikari hjá B71 og hevur verið við U21 liðnum meir enn eina ferð. Komandi ár verður avbjóðingin eitt sindur størri, tá hann, umframt U21, skal royna at vinna sær sæti á besta liðnum.
Ungi maðurin av Sandi hevur fyri tað mesta leikt í verjuni og hevur tikið seg nógv fram í seinastuni, umframt at vøksturin, sum tit síggja á myndini við Karl, ið ikki er nakar lítil maður, hevur tikið dyk á seg og er hettar eitt gott tekin, tí tað er m.a. tann fysiski parturin av vaksnamanna spælinum ið júst er tað sum ungu meninnir skulu venja seg við komandi tíðina.
Vit gleðast altíð eyka nógv tá leikarar skriva undir sín allarfyrsta sáttmála, tí verður tað ynskt eitt eyka hjartaliga til lukku við nýggja sáttmálanum á hesum sinni.
Drívið á B71!