Evnaríki skálavíksingurin aftur í 2024

Komandi tíðina fer Fríðálvur, sum skilst, at royna lívið sum sjómaður, men vónin er at ungi maðurin kortini spælir fótbólt eitt strekki næsta ár.

Fríðálvur Kjærbo hevur verið at sæð rundanum besta liðið seinastu tvey árini, men skaðar og sjúka hava tíverri darva meir enn gott er. Hóast hettar, so hevur hann tørnað út fyri B71 15 ferðirnar í 2023, harav hann hevur byrjað onkran dystin.

Í næstum fer ungi skálavíksingurin, sum skilst, til skips og tað ber sjálvsagt ikki til at spæla, meðan man er á sjónum. Av tí sama, so er tað møguligt at kappingarárið verður skert fyri hansara viðkomandi. Tað er rúm fyri ymsum lívsfortreytum í B71, so leingi man veit hvørjar fortreytirnar eru frammanundan og av tí sama, so tekur sáttmálin fyrst við, tá greiða er fingin á hesum.

Umframt 1. deild, so hevur Fríðálvur verið fastur fúsur á U21 liðnum, so títt og knapt tað hevur staðið í boðið, so tað er ongin ivi um at hann verður at síggja í gulum og bláum, eftir førimuni næsta ár.

Livst so spyrst.

Drív á!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar