Dímunarbóndin í B71
Farnu árini er tað komið fyri at leikarar aðrastaðni frá, eru komnir til B71 við tí ynski at verða partur av góða felagsskapi okkara og tað er heldur onki forgjørt í at ein maður í Dímun, við ættarbondum av Sandi, spælir við B71.
Pápi Sprota, Jógvan Jón, leikti mangan dystin við besta liðnum hjá B71 og Sproti hevur nú eisini leikt fyrsta fulla kappingarárið við B71, eftir at hava havt sín fótbóltsuppvøkstur í Havnar Bóltfelag.
Sproti er ótrúliga arbeiðssamur og loyalur, umframt at vera tað ein kallar "ein góður soldatur". Sjálvsagt er tað ongin dreymur at sita nógv á bonkinum, men ungi maðurin av Sandi og Dímun, tykist hava viljan til at arbeiða seg fram á mál og tað er at byrja inni fyri besta liðið. 11 dystir, allir sum innskiftari, blivu tað til farna árið, men har skulu fleiri minuttir á talvuna komandi ár og gongst tað sum ætlað, so skal ungi maðurin helst í byrjunaruppstillingina onkran dystin komandi ár.
Afturat 1. deild, so hava vit eftirhondini eitt rímiliga sterkt U21 lið og tað er ikki minst monnum sum Sprota at takka, ið, saman við øðrum, hava verið og fara framhaldandi at verða, bulurin á hesum ungdómsliðnum í 2024.
Hjartaliga til lukku við nýggja sáttmálanum og drív nú á víðari!