Evnaríkur unglingi

Bergur er partur av yngra ættarliðnum á besta mansliðnum og hevur í ár fingið nógvar royndir har, umframt at hann er sera týdningarmikil á U21 liðnum.

Hóast tað enn ikki eru blivnir til nógvar minuttir í hvørjum dysti, so hevur Bergur í ár leikt 15 dystir á besta liðnum, 4 ferðir hevur hann byrjað og 11 ferðir er hann skiftur inn av bonkinum.

Royndirnar gerast støðugt fleiri og so títt og knapt royndirnar gerast fleiri, so styrkist støðan á liðnum. Umframt aðrar dygdir, so hevur ungi miðvallarin eitt gott skot og arbeiðir miðvíst. Enn skal menning til, men 18 ár er kortini ongin aldur og tað boðar frá góðum at heimasandsmaðurin er komin so langt fram á leið longu nú.

Vit gleðast um at Bergur er gulur og bláur aftur í 2024, ið er árið hjá okkum!

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum og drív á víðari!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar