All square
Tað kundi verið gott at hildið sigursrøðina koyrandi, men mótstøðuliðið í Klaksvík hendan hósdagin gav okkum ikki stórvegis møguleikar frammanfyri málinum.
21. umfar í 1. deild háttaði seg soleiðis at tað lá sama hósdag sum besta liðið hjá klaksvíksingum spældi avgerandi dyst í Europa League. Klaksvíksingar spurdu uppundir dystin um til ber at spæla dagin eftir, tíverri bar hettar ikki til, orsaka av at høvuðsvenjari okkara var burturstaddur tann dagin.
Eftir nóg tog togarí um klokkuslett, kanska óneyðuga nógv, so endaði tað við at vit spældu um kvøldið, eftir dystin í Tiraspol (væl at merkja um ikki var tørvur á longdari leiktíð, hvørt so ikki var tilfeldið, at enda við).
Tá avtornaði, so byrjaði dysturin kl. 20.15 í Klaksvík og tað var eyðsæð frá fyrsta bríksli, at onki fór at vera givið við dyrnar. Dystir ímóti klaksvíksingum norðanfyri eru tiltiknir torførir og ótilrokniligir. Onkuntíð hava vit megna at spælt blá/hvíta liðið niður og norð, men sama kann meir enn so sigast, at teir hava megna ímóti okkara monnum. Hóast hettar, so er tað hinvegin meiri vanligt at dystirnir eru tættir og soleiðis var eisini hesu ferð.
Ein dystarfrásøgn við ongum málum er ein avbjóðing, eftirsum hann er, pr. definitón, aldrin avgjørdur. Úrslitið var tó eitt stig í part og hettar var, eftir leiklok, ivaleyst eisini tað mest rættvísa úrslitið. KÍ hevði nakrar naskar royndir ímóti málinum og B71 tað sama í hinum endanum. Dómarin slapp væl frá uppgávuni fyri tað mesta, men til tíðir tóktist tað vera heldur lætt at fáa okkurt bíligt frammanfyri okkara málið, meðan okkara álopsleikarar ikki fingu somu viðferð í hinum endanum.
Hettar var tó ikki dystar avgerandi og vit kunnu heldur ikki dúva uppá gávur frá dómaranum í seinasta enda, kortini. Sostatt, onki meir at skriva heim um.
Dysturin endar 0-0 og hóast øll upptaktin til dystardagin var merkt av nakað av krakelið, og tað hoyrdist á áskoðarafjøldunum báðum at her stóð nógv á, so er tað eitt sindur forkunnugt at bæði dystur og lokin dystur gekk friðarliga fyri seg.
Gott at síggja, serliga at leikararnir eru uppgávuna vaksnir og halda seg til at spæla fótbólt.
Nú er landsliðsstøðgur og tískil er ikki dystur aftur hjá B71 fyrrenn um smáar 14 dagar á heimavølli ímóti B68, t. 16.09. Helst skulu vit hava trý stig aftur á kontoina, meðan KÍ vónandi snávar, tí tað eru júst teir, ið vit, í fyrstu atløgu, skulu heinta aftur á 4. plássinum.
Drívið á B71!