Hølvaðu alt av
Tað er nú sjáldsamt at B71 vinnur so trygt, enn minni ímóti einum toppliðið. Men hettar var so tað ið hendi leygardagin, tá B71 rendi skálamenn um koll.
Undan dystinum leygardagin vóru sandoyingar í góðum stima. Ein skuffandi útidystur í Runavík bleiv settur til síðis og heimaliðið var sannførandi inni í Dal ímóti B36, ið mátti inn í málið tríggjar ferðir tann dagin, tá B71 vann 3-0.
Hóast hettar, so hava okkara menn verið ógvuliga svingandi í ár, frá tí heilt góða til tað heilt ringa. Hinvegin hevur tað alla tíðina verið ein kensla av at vit fáa ov lítið burturúr í ár, í mun til hvussu góður hópurin í grundini er. Nógvar og ymiskar orsøkir eru til hettar og hesar hava vit eisini víst á fleiri ferðir ígjøgnum árið, so ongin orsøk at halda á fram at dvølja í tí.
Dysturin í vikuskiftinum, hinvegin, var eitt gott dømi uppá hvussu góðir vit eru, tá vit eru allarbest. Ivaleyst kann hettar roknast sum ein tann best spældi dysturin hjá besta liðnum í longri tíð; kanska enntá í nýggjari tíð. Spell at tað bert flytir okkum ájavnt í stigum við næstbesta liðið hjá B36 á 5. plássið og vit mugu tí vóna at hettar faktumið byrtir ein neista í okkara monnum, ið ber teir á eina sigursrøð, tað sum restar eftir av kappingini. Tað verður trupult, tí nógvir torførir dystir eru á leiðini og uppflytingin er farin, men tað hevði verið eitt signal um at tað ber væl til, burdi kanska longu verið í ár, men ístaðin má blíva til okkurt komandi ár!
Málini
Eftirsum har vóru so nógv og forkunnug mál, so kunnu vit taka tey fyri seg.
Fyrsta málið eigur Jónas Warner. Bólturin kemur innfyri brotssteigin frá vinstru síðu, har Suni Herman Petersen stendur, ið tó ikki fær bóltin við sær. Ístaðin støkkur bólturin víðari yvir til Jónas Warner, longri úti høgrumegin sekstanmeturin, ið sær ein møguleika at renna framvið verjuni og inn móti málinum. Hann sleppur heilt nær, men vinkulin at skjóta tykist vera sera spískur. Hvussu so er og ikki, so skýtir hann bæði væl, hart og høgt og málverjin er púra eiðasørur at bjarga skotinum, ið fer brestandi í mál til 1-0.
Seinna málið er eitt langt innkast frá James Drye, úr vinstru síðu. Romulo Bosqueiro ætlar sær bóltin, men verjan forðar honum at sleppa upp til ein skallara. Hinvegin fáa skálamenn eiheldur fatur á bóltinum og snitta hann ístaðin til handaru stong, har Tijani Mohammed Yakubu kemur rennandi sum eitt óløgið og smekkar bóltin í netið til 2-0!
Triðja málið eigur Tijani somuleiðis, ið nú er uppaftur longur á odda í málskjótin við 16 málum higartil. Ghanesiski sandoyingurin er tað man kallar ein klassiskur "poacher", tí hann liggur í heilum og lúrir eftir møguleikum og gevur hettar úrslit í seinna, men eisini triðja málinum, tá Skála verjan er trýst og sperd og einasti útvegurin hjá verjuni, ið ikki vil sparka bóltin út ella fram í ongamannaland, er at spæla aftureftir til málverjan. Hettar vísir seg tó vera ein skeiv avgerð, tí Tijani kemur ímillum, tekur bóltin, rundar málverjan og setur bóltin í netið til 3-0.
Seinasta málið eigur Áki Hentze, ið spældi seinasta dyst sín í summarferiuni. Áki er nú farin niður aftur í lestrarørindum, men kvitteraði hegnisliga við máli.
Bólturin verður tamdur av Sulahmana Bah, ið skoraði seinasta dyst og hendan dystin fekk eitt upplegg til mál. Hann spælir bóltin víðari til Áka Hentze, ið leggur leiðina inn móti málinum og setur bóltin trygt við síðunar av málverjanum og í niðast til vinstru í málinum. 4-0 og sjálvsagt stór frøði á áskoðarafjøldini í Gula Dalinum!
Signalviriðir
Uppflytingin er farin. Tað kunnu vit staðfesta. Ofta verður eisini sagt at í okkara núverandi støðu, so eru vit tíverri endaðir í ongamannalandi. Hóast niðurflyting enn er ein møguleiki, um tað gongur heilt illani í endanum av kappingarárinum, so er tað ein bert ein nokkso lítil vandi, meðan tað er heldur begrensað hvussu langt uppaftur afturat vit kunnu røkka. Eitt 4. pláss er realistiskt, meðan eitt 3. pláss enn er ein møguleiki, um vit spenna okkum út.
Sostatt, ikki tað stóra eftir at spæla um, annað enn æruna. Hinvegin ger tað nógv fyri hópin, leikararnar og vónirnar fyri framtíðina, at vit nú syrgja fyri at enda árið væl og virðiliga. Tað kemur tíverri fyri at kappingarárini, ið skuldu vera so góð, enda skuffandi. Hettar er ikki nakað nýtt og tíverri fyri okkum, so var 2023 ikki beinleiðis okkara ár. Tó kunnu vit enn fáa nógv burturúr og brynja okkum til eitt sterkari ár í 2024, tá gerandisdagurin eisini gerst nokkso fitt lættari við føstum vegasambandi millum meginøkið og Sandoynna.
Ávirkanin og ringvirkningarnir av hesi broyting mugu ikki undirmetast og B71 hevur gjørt seg til reiðar í nógv ár eftirhondini. Okkara felagsskapur er ein sterkur felagsskapur, ið ikki einans dúvar og fokuserar uppá besta mansliðið, men sum kortini hevur eina sterka eind har. Um leikararnir halda fast í trúnni eina løtu afturat, so er øll orsøk at halda at vit innan stutta tíð koma aftur upp at spæla í bestu deildini, har sum avbjóðingarnar eru fleiri og størri.
Nógv fer tí at vera tengt at hvussu hópurin sær út og klárar seg, tað sum restar í av kappingarárinum 2023 og av tí sama, so kann tað absolutt ikki gera tað sama hvat hendir hesi seinastu 8 umførini. Tey eru knappliga blivin ógvuliga týdningarmikil at avgreiða við so nógvum stigum sum gjørligt.
Fyrsta royndin av hesum seinastu 8, verður á útivølli ímóti KÍ, áðrenn landsliðssteðgin. Síðani taka vit tráðin uppaftur á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá B68 o.s.f.
Drívið á B71!