Nýtt ½ ár, nýtt lið
Fleiri nýggj andlit og ein styrktur hópur, gav góð úrslit í fyrstu royndini í 2. hálvu.
Tað hevur verið eitt sindur langt millum snapsarnar í ár hjá besta mansliðnum. Hóast góðar fyrireikingar, so svingaði tað ikki serliga væl í fyrru hálvu og broytingar máttu so gerast fyri at okkara annars sera væl fungerandi besta manslið, ikki skuldi halta í 2. hálvu eisini.
At byrja við spældu vit okkum av við William Ankarhake og í hálvuni fylgdu Alejandro Ortega og Isak Tejeda, ið merkti at 3 av teimum 4 útlendsku styrkunum hjá okkum vóru vigaðir og funnir ov lættir. Verjuleikarin Romulo Bosqueiro hevur hinvegin roynst sera væl í miðverjuni saman við liðskiparanum James Drye og hesir halda sjálvandi á fram.
Tijani (nú Mohammed Yakubu) hevur verið sera stinnur framman fyri málinum higartil í ár, men tað var mett at vit, afturat at leggja afturat miðvøllinum, máttu finna fólk at hjálpa til í álopinum.
Nýggju (og nýggju gomlu) menninir
Sulahmana Mamadu Bah úr USA er lagdur afturat liðnum sum áloypari, saman við Henrique Quadros, ið leikar á miðvøllinum og legði leiðina higar úr finsku triðju deild. Afturat teimum hava vit fingið Áka Hentze heim í nakrar vikur at hjálpa til og Jákup Høgnason er somuleiðis heima aftur árið út.
Óli Á Reynatúgvu er komin av skipið og hevur seinastu vikurnar vant við besta liðs hópinum og leikti enntá 90 minuttir í vikuskiftinum! Sterkt!
Suni Herman Petersen er aftur í aftur komin eftir langa skaðafráveru og fekk 15 minuttir, har hann var sera eyðsýndur. Terji Brynjarsson er harafturat aftur í B71, ið er sera góður málmansstyrkur. Til dyst í vikuskiftinum drógst hann tíverri við ein lítlan skaða og tískil stóð Klæmint Olsen ein góðan dyst í málinum.
Jónas Warner hevur verið ein túr í B68 og vent í 1. hálvu, men tað lá, tíbetur fyri okkum, soleiðis fyri við ferðing og arbeiði, at hann ynskti at taka 2. hálvu við B71. Hettar er somuleiðis ein stórur styrkur framyvir í kappingarárinum.
Alt í alt, rímiligar nógvar og rímiligar stórar broytingar í manning til seinastu 12 dystirnar her í 2. hálvu.
Góð byrjan
Ikki kann sigast annað enn at sandoyingar greiddu setningin í vikuskiftinum. Spælið var gott, og til tíðir sera gott, inni í Dal, serliga í 1. hálvleiki, har vit eisini skoraðu tvey mál.
Fyrsta málið kemur eftir gott eitt-tvey spæl millum TJ og Jónatan Kjærbo og tað endar eisini við at Jónatan fær smekka bóltin í netið.
Seinna málið er eitt innlegg innfyri málið, har Romulo Bosqueiro kemur spurtandi og fær tveitt seg eftir bóltinum og stúta hann í mál.
Hoyíksingar fingu eitt mál stutt fyri hálvleik, ið var ein strika í rokningini og í 2. hálvleiki vóru tað einamest útiliðið, ið trýsti. Okkara stríddust eitt sindur at finna góða spælið framaftur, men í 67. minutti er tað trúgvi málskjúttin Tijani Mohammed Yakubu, ið fær sneitt bóltin í netið til endaligu støðuna 3-1.
Hoyvíksingar royna hvat teir kunnu at gera dystin spennandi, men seinastu 20 minuttirnar var meiri friður á verjuni og tað eydnast at halda spenningin frá hurðini og minuttirnir telja so niður til onki er eftir av dystinum og dómarin floytar av.
Stór kapping um plássini
Seinastu vikurnar av venjing hava verið stuttligar at eygleitt og tað merkist at menn eru glaðari aftur. Batnandi úrslit fara helst eisini at gera tað uppaftur stuttligari at venja og spæla, men ein dyst at gangin tí viðvíkjandi. Fyribils so gleðast vit um at hópurin er stórur og sterkur aftur. Somikið sterkur og nógv kapping um plássini, at ikki allir mans sleppa við í dystarhópin, ið kann telja upp í 18 leikarar. Hettar er hinvegin absolutt ein positivur trupulleiki, tí kapping styrkir allar leikararnar kollektivt, tað vita vit. Ongin kapping, so dovna vit rættuliga skjótt.
Næsti dystur er komandi leygardag 12.08. Tá verður tað trupul dystur ímóti nr. 2 í deildini NSÍ, á útivølli við Løkin í Runavík.
Vit fara allar dystir eftir øllum stigunum og fáa at síggja hvussu hevur hilnast, tá avtornar.
Drívið á B71!