Ein arbeiðssigur
Kappingarárið hevur higartil bjóðað nokkso fitt av skuffandi avrikum, men av og á koma okkara á lagi og í gjár megnaðu teir so aftur at finna lykilin til sigurs.
Størsti trupulleikin hevur óivað leingi verið vantandi manning. Hesin trupulleikin verður vónandi hjálptur uppá til summars og tí hevur málsetingurin verið at royna sum frægast, nú støðan er sum hon er, til summarsteðgin. Hettar hevur elvt til ein heldur eyðmýkjandi avsmurning ímóti B36 og ein lakan innsats ímóti skálamonnum seinastu ferð.
Fríggjakvøldið var KÍ og vitjaði inni í Dal og vit hava tíverri alt ov ofta havt tað fyri at snávað ímóti júst KÍ, tó at tað oftast er truplari á útivølli enn heimavølli. Onki var tó tikið fyri givið og hóast tað er B71, ið skorar fyrst í dystinum, so ljóðar tað at heimaliðið var ikki beinleiðis omaná í fyrra hálvleiki.
Í 34. minutti fær B71 innkast úr høgru síðu og tað er sum ikki einaferð, James Drye ið er settur at tveita bóltin langt inn í feltið. Romulo Bosqueiro temur bóltin, snarar sær ímóti málinum og skýtir eftir jørð til vinstru síðu av málinum og bólturin trillar í mál. 1-0 til B71.
Hendan leiðslan heldur ikki longur enn til 43. minutt, tá eitt skiftið frá vinstru síðu til høgru síðu, endar við einum innleggið, ið endar hjá einum ódekkaðum KÍ leikara, ið leggur bóltin av til Kristoffur Jakobsen, ið ótarnaður sleppur at skjóta uppá mál. Skotið fer til vinstru og hóast Gerhard P. Lognberg í málinum fær hendurnar á, megnar hann ikki at forða bóltinum frá at fara í mál. 1-1 til hálvleiks.
Tíbetur nýtast vit ikki bíða serliga leingi eftir at B71 skorar leiðslumálið aftur. Í 51. minutti móttekur Tijani Mohammed bóltin við og leggur hann av til Jónatan Kjærbo, ið kemur rennandi frameftir mitt fyri. Eitt stórt glopp er í KÍ verjuni um hettar mundi, so hann ger tað rætta og fer beinleiðis ígjøgnum og rennur undan KÍ verjuni, ið ikki fær hann aftur. Ein móti ein ímóti málverjanum lyftir hann bóltin uppum høgru megin í mál. 2-1 til B71 og tað sum restar av hálvleikinum hevur heimaliðið betri tak á spælinum.
Tað verða ikki fleiri mál í dystinum og B71 fær øll trý kærkomnu stigini á konto.
4 dystir eftir?
Einasti spurningur er nær FSF ætla at leggja útsetta dystin ímóti HB, ið tey valdu at leggja í mei, hóast øll onnur lið spældu um ólavssøkuleitið.
Tað allarmest logiska er at venda aftur til at lata okkum spæla á ólavssøku, ið øll hini liðini í deildini í løtuni gera og ikki royna og gera alt teir kunnu fyri at onnur feløg fáa allar møguligar góðar fortreytir at spæla, meðan B71 má lúta.
Summi vilja vera við at tað er grenjut, men hendan raðfestingin av Betri deild yvir 1. deild hendir ferð eftir ferð, eftir ferð eftir ferð, tá FSF leggur kappingar. Tað er sjálvandi frálíkt at føroysk lið spæla evropeiskar dystir og tað er eins og nógv onnur ting, gott fyri føroyskan fótbólt, men tá føroyska fótbóltssambandi fer har frá og so at byrja at ger stór krumspring fyri at leggja dystir hjá næstbesta liðnum soleiðis at teir ikki ávirka besta liðið, samstundis við at tað gongur útyvir eitt lið sum hevur sítt besta lið í somu næstbestu deild, tá blívir tað for stuttligt. Hettar bleiv eisini viðmerkt við kappingarbyrjan og tá hevði FSF møguleikan at broyta tað, men valdi at lata vera. Tað hevur eyðsæð størri týdning fyri FSF at HB vinnur seg víðari í Evropa, enn at B71 sleppur at spæla sínar dystir á jøvnum føti við hini liðini í deildini.
Tað er tí eitt sindur karma kent, at tað endaði við at vera júst hesin dysturin, ið mátti útsetast og harvið spælast eitt annað dato. Verður dysturin lagdur nakra aðrastaðni enn tað logiska upprunadatoi á ólavssøku, so kann tað ikki annað enn skiljast sum at FSF hevur valt hvørji lið fáa raðfesting, meðan onnur mugu lúta, tá hettar als ikki er neyðugt.
FSF skal ikki gera raðfestingar fyri HB. Lat HB finna útav at 1. deildar leikarar teirra spæla ímóti B71 og sendið so hinar havnamenninar at spæla úti í Evropa. Annars er ongin meining í at HB spælir í 1. deild, um teir ikki mannað lið.
Nei... 3 dystir eftir
Áðrenn summarsteðgin eru 3 dystir á skrá. Komandi leygardag spæla vit á útivølli ímóti B68, síðani er landsliðssteðgur og á jóansøku 24.06 spæla vit á heimavølli ímóti Víkingi.
01. juli spæla vit so ímóti EB/Streymi á útivølli og so er summarsteðgur. Um ikki FSF ger okkurt krumspring sum ørindadrongur fyri onkrar av kappingarneytum okkara.