mynd: Marius Helgå (bombaball.blogspot.com)

Út av lagið

Tað vísir seg at tað manglar enn nógv í hjá B71, áðrenn man kann kalla seg ein verulig hóttan í deildini í ár.

Kappingarárið hevur als ikki hilnast, hvørki sum man hevði væntað, eiheldur vónað. Nógvir trupulleikar av ymiskum slag hava stungið seg upp her í byrjanini og tað hevur ávirkað nógv, kanska meir enn hvat vit av fyrstan tíð hava givið okkum far um.

Eftir standa vit so eftir 10 dystir við 11 stigum, ið er út av lagið vánaligt; óansæð trupulleikar sum munnu hava verið. Hinvegin, so nyttar tað onki at ilskast inn á viðurskifti sum vit ikki kunnu broyta. Dagurin leygardagin var fullkomin eyðmýking, ja, men teir dagarnir fara at koma. Teir gerast ikki frægari av tí sama, men nú hava vit víst okkum frá okkara ringastu síðu og so er spurningurin hvat gera vit so?

B71 liðið var nakað skert frá dystarbyrjan. Eyka leikarar máttu heintast inn og bonkurin var ungur og óroyndur. Venjarin hjá B71 segði eftir dystin, at tað var møguligt at tað vildi verið klókari at tikið ymsar aðrar avgerðir, men hettar gerst so onki við nú. Óansæð hvussu skeivt man rakar við taktiska upplegginum, so er tað ikki vanligt at man verður hølvaður av 7-1, tá man bert 1-2 mánaðir frammanundan hevur vunnið 2-1 við 10 monnum.

Tað sæst tó beinanvegin at her fer at enda galið í dystinum. Eftir 20 minuttir er longu 2-0 og liðið sær út til at vera á einum skráplan. Tá Alvi Jespersen so fær eitt gult kort í 20 minutti fyri at sparka bóltin burtur og í 38. minutti tað seinna gula fyri at brúka kjaft, so veit man hvat klokkan er sligin. Her er heilt galið í dag.

Tað verður 3-0 til hálvleiks og 4-0 eftir ein tíma av leiktíð. 2 minuttir seinni minkar toppskorari okkara Tijani Mohammed til 4-1, men tað sær kortini onki út. Málini regna inn og okkara gul/bláu enda við at bera bóltin úr aftur málinum heili 7 ferðir.


Óbrúkiligt úrslit

So er tað tað. Hvat so nú. Vónirnar um uppflyting, haldi eg man kann siga, eru nærum farnar heilt. Tað hevði í øllum førum verið høpisleyst at tosað um, tá úrslitini eru so svingandi sum tey eru. Vit skulu minnast til at úrslitini hava eisini verið góð, men at okkara størsti trupulleiki er at vit hava lítla og onga breidd. Hettar ger so tað at vit eru beinanvegin illa fyri, so skjótt onkur skaði ella okkurt leikbann ger um seg. Hettar er ein veikleiki, ið tað er trupult at gera nakað við. Transfer vindeyga er afturlatið og vit hava tað fólkið sum nú eina ferð er.

Onkuntíð hevur man eggjað teimum sum trúfast spæla viku inn og viku út til at reisa seg og geva meira, men hettar er í grundini eisini eitt sindur nógv at biðja um, tá tað eru hesir somu sum, hóast nógva mótgongd, møta upp dag inn og dag út og gera tað sum verður biðið av teimum. Veruleikin er tó bert tann, at her má (sum ikki altíð) spælast yvir evnir, í øllum førum eina løtu, um vit skulu grava okkum burturúr aldudalinum, ið vit eru í.

At enda, so er tað fordømi um at hettar liðið hevur reist seg sum Fønix úr eldinum áður, so heilt vónleyst er tað ongantíð.

Í kvøld vitjar HB inni í Dal og tað kundi verið gott, um enn eitt sindur ósannlíkt, longu nú at heinta okkurt inn aftur av tí æru sum var mist í Gundadali í vikuskiftinum.

Vit vita hvat skal til. So er spurningurin bara hvussu verður.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar