Enn ein snávingarsteinur

Kappingarárið bjóðar uppá tvey fet fram og eitt aftur í løtuni. 4 dystir uttan tap, men ringa byrjanin merkist, nú vit aftur tapa ímóti einum oddaliði í deildini.

Dysturin í gjár ímóti NSÍ var eitt gott høvið at stempla harðliga inn í kappingarárið, eftir eina ringa byrjan, men við batnandi úrslitum seinastu vikurnar.

Vit byrjaðu eisini best og vóru frammanfyri 1-0 longu í 6. minutti, tá Kristian Krog Hentze verður leysur ímóti Símun Rógva Hansen, ið vardi NSÍ málið í sínum fyrsta dysti í ár.

B71 vóru best hesa fyrstu løtuna, men sum ikki eina ferð, so klárað vit ikki at halda høvdið kalt í avgerandi støðum. Eitt horna verður skotið innfyri. Vit hava eini 2-3 góðar møguleikar at spæla bóltin burtur, men ístaðin sleppur Beinir Nolsøe hjá NSÍ at takla bóltin í málið og javna í 15. minutti.

Tað leikar rímiliga javnt á, men liðini fara til hálvleiks við javnleiki 1-1.

NSÍ kemur út til 2. hálvleik við betri spælið og hevur ein ella tveir stórar møguleikar beinanvegin. Í 65. minutti bragdar aftur hjá runavíksingum, tá Jógvan Højgaard rekur inn í B71 sekstanmeturin, til baklinjuna og sleppur heldur lættliga framvið fleiri verjuleikarum, ið tykjast verða bangnir fyri at gera brotsspark. Hann plaserar bóltin framvið Wenningsted Ørvarodd, ið var skiftur inn fyri Klæmint Olsen, ið meiddi seg áðrenn hálvleiksbríksl.

Støðan er nú 2-1 til runavíksingar, men dysturin er enn púra opin og rímiliga javnur.

Mótvegis endanum av dystinum fær B71 aftur eini 2 møguleikar, harav serliga tann eini púra opni møguleikin, einsmallir ímóti málverjanum er risastórur og skuldi av røttum verið útjavnandi málið. Vit misnýta og NSÍ fær øll trý stigini.


"Captain of my soul"

Við vanda fyri at alt blívir háfloygt, so rennir ymiskt einum til hugs, tá man hevur summað seg eftir eitt niðurlag.

Við B71 verða niðurløgini mong og sum tíð frálíðir, so lærir man ymiskt hvørja ferð. Tap eru ymisk. Summi eru ræðuliga torfør at svølgja, onnur góðtekur man beinanvegin. Av og á hevur man eisini sitið eftir við eini eitt sindur tómari kenslu av "hvat nú". Oftast tá man hevur bygt okkurt leingi upp og tað (sum so ofta sker) ikki gongur akkurát sum man ætlaði.

Hesu ferð var tað ikki akkurát hendan kenslan man sat eftir við. Gaman í hevði man bygt dystin ímóti NSÍ nógv upp og man visti frammanundan at ein sigur kundi reiðiliga tveitt okkum inn í aftur oddastríði, meðan eitt tap ivaleyst gjørdi niðanbrekkuna langa og drúgva komandi tíðina. Tapið kom, men kenslan er ikki so ring sum man hevði væntað. B71 spældi væl, vit mangla bara tíverri tað allarsíðsta og tað er tað sum kostar okkum nógv í seinasta enda. "Killer instinct" kalla eingilskmenn tað.

At enda kom eg at hugsa um seinastu linjurnar í eini kendari enskari yrking. Tíverri mintist eg ikki heilt heitið, men eg visti at yrkingin endar við orðunum "I am the master of my fate, I am the captain of my soul". Stutt sagt, at vit gera av hvat skal henda í lívið okkara við okkara vilja, hegni og treiskni.

Ein google leiting segði mær somikið sum at yrkingin eitur "Invictus", skrivað av William Ernest Henley og útgivin í 1888. Mær er fortalt at yrkjarin misti eitt bein, orsaka av kolbrandi og at hettar var orsøkin til hesa kappa-yrking um mótgongd og dirvið at berjast víðari.

Drívið á B71!


Invictus

"Out of the night that covers me,
      Black as the pit from pole to pole,
I thank whatever gods may be
      For my unconquerable soul.
 
In the fell clutch of circumstance
      I have not winced nor cried aloud.
Under the bludgeonings of chance
      My head is bloody, but unbowed.
 
Beyond this place of wrath and tears
      Looms but the Horror of the shade,
And yet the menace of the years
      Finds and shall find me unafraid.
 
It matters not how strait the gate,
      How charged with punishments the scroll,
I am the master of my fate,
      I am the captain of my soul."
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar