Ein góður bardagi

Dystir ímóti Víkingi eru altíð torførir, harðir og ógvuliga undirhaldandi. Bylgjurnar ganga høgt og stigini verða aldrin foreraði hvørgan vegin.

Oftani hava vit leikt ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi á teirra heimavølli í Leirvík. Hesu ferð sluppu vit undan tí longra biltúrinum og spældu hendan kvøldar dystin í Sarpugerði ístaðin.

B71 hevði lagt eina ætlan fyri dagin og tað má sigast at hendan ætlan eydnaðist til fulnar í stórar partar av dystinum. Press spælið riggaði óvanliga væl og Víkinga leikararnir vóru hart sperdir.

Stóra trýstið á Víkinga verjuna merkir at Tijani Mohammed tværreisur fær bóltin í Víkinga netmeskurnar. Fyrst í 20. minutti, tá hann lobbar bóltin uppum verjuna, fær bóltin aftur og smekkar hann í netið. Í 22. minutti berjist hann væl, tá hann vinnir bóltin av verjuleikara og sleppur leysur ímóti málverjanum og setur hann í kassan til 0-2. B71 stýrir dystinum, um hettar mundi og Víkingur fær nærum ikki eitt bein til jørðina, fyrrenn eina rættuliga tilvildarliga støðu í 27. minutti tá eitt innlegg úr høgru endar við at Fannhard Skoradal, eitt sindur heppið, fær beint bóltin í netið til 1-2. Hettar er í øllum førum tað, ið verður hildið, men eftir dystin er Alvi Jespersen tó noteraður fyri eitt sjálvmál. Wenningsted Ørvarodd má annars eisini av vølli eftir hesa hending og Klæmint Olsen, ið endaði við at standa ein branddyst, kemur inn ístaðin.

Hvussu so er og ikki, so tykist tað ikki sum maðurin vil hava hettar sitandi á sær og ger tað gott aftur longu 2 minuttir seinni í einum álopið, har Alvi sjálvur fær fatur á bóltinum á sekstanmetrinum og við rygginum ímóti málinum, snarar sær á og skýtir bóltin upp í høgra málhorn. Eitt frálíkt og sjáldsamt mál. Seinasta málið Alvi skoraði var annars á Ólavssøku 2021 ímóti HB, men tey eru góð tá tey koma fyri.

B71 fer væl fyri til hálvleiks og dysturin tykist vera væl stýrdur av útiliðnum. Í 2. hálvleiki heldur hettar á fram, tó at Víkingur gerast eitt sindur meira naskir og eru raskari at spæla á okkaru hálvu enn áður. Í 72. minutti gerst hettar eisini vandamikið fyri okkum, tá ein Víkinga leikari dettur í brotsteiginum, eftir at Bogi Hentze eftir øllum at døma hevur fingið bóltin av honum. Tað tykist ikki sum nakað greitt brotsspark, men dómarin er tó ikki í iva og dømir tað, hóast alt. Yvirhøvir vóru Vìkinga leikararnir skjótir at rópa um brotsspark og fríspørk bæði her og har runt allan vøllin, so tað er ikki so løgið at tað eydnaðist og dómarin loksins ávirkaðist til eina vánaliga avgerð. Tíverri gongur tað útyvir okkum, ið mestsum stýra spælgongdini, men kortini mugu ásanna at nú er Víkingur aftur við í dystinum við 18 minuttum eftir.

Víkingur koma meiri við í dystin hesa seinastu løtuna og spælið leikar javnt á. Venjarin hjá B71 ger tað rætta og skiftir frískar menn inn fyri troyttar menn, tá Bergur Simonsen og Fríðálvur Kjærbo koma inn fyri ávikavíst Hans og TJ.

Nervarnir sita uttaná hesa løtuna, men fleiri ferðir eru B71 nær við at økja og tað tykist sum at vit ímóti endanum mugu satsa uppá at halda 3-2 leiðsluna.

Í 90. minutti bragdar tað loksins fyri 4. ferð, tá nýinnkomni Bergur Simonsen fær fatur á bóltinum miðskeiðis á vøllinum, førir bóltin fram og spælir eina stikning til Kristian Krog Hentze, ið plaserar bóltin hegnisliga í lítla gloppi millum málverja og stong til 4-2.


At leggja mið, meðan mótstøðuliðið feirar mál

Tað kom eitt sindur óvart á øll, tá Vìkingur leggja mið og byrja dystin aftur, meðan B71 leikararnir feira mál yviri við hornaflaggið í øðrum endanum.

Hendan støðan er ikki ókend og kemur fyri av og á, orsaka av onkrari misskiljing í tulking av onkrari lóg. Stutt sagt, so hevur onki lið loyvi at leggja mið (sentra), áðrenn allir mótstøðuliðið er komið aftur uppá pláss.

Lóg 8 í fótbóltslógini, ið eitur "Byrjan og uppafturtøka av leiki" sigur at: "Tá ið mið verður lagt: skulu allir leikarar, uttan hann, sum sparkar bóltin, vera á egnari vallarhálvu."

Onkur vil vera við at eru allir mótstøðuleikarar farnir av vølli, so hevur mótstøðuliðið onkusvegna loyvi at leggja mið og byrja dystin, men so er ikki.

Víkingur mugu byrja umaftur og ongi fleiri mál verða skotin. B71 vinnur 2-4.

§8 Byrjan og uppafturtøka av leiki (opnar í nýggjum kaga)


Næsti dystur

13. mei verður heimadystur aftur inni í Dal og tað er sanniliga ikki ein hvør dystur talan er um. NSÍ, ið liggur á 2. plássið í deildini, kemur suður og B71 hevur veruligan møguleika at rættað skútuna við einum sigri í hesum dysti. Ein javnleikur merkir at vit mugu dúva uppá onnur lið at halda okkum í kapping um uppflyting, meðan eitt tap hevði merkt at vit nærum eru úti úr uppflytingarstríðnum áðrenn tað nakrantíð er byrjað.

Nógv stendur uppá spæl og vit mugu syrgja fyri at bæði leikarar, venjarar og Guli Dalurin eru klár til hesa sera týdningarmiklu royndina næsta vikuskifti.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar