Savnsmynd
Settu stig til
Vit hava ikki tapt í trimum dystum, men úrtøkan higartil livir ikki heilt upp til tað vit væntaðu við ársbyrjan.
Tað hevur gingið striltið at fáa gongd á hjá besta mansliðnum og dysturin í gjár skuldi vísa seg at vera eitt sindur meir av tí sama.
Ein málmansvilla endar við at geva HB leiðslumálið í 11. minutti, men Tijani Mohammed fær javnað í 35. minutti, eftir upplegg frá Kristiani Krog Hentze.
Tað gerast nógvir góðir møguleikar at økja allan dystin, so ein javnleikur er skuffandi, undir umstøðunum og als ikki eftirfarandi úrslit.
Sterk mótstøða komandi
Næsti dystur er á útivølli ímóti Víkingi. Her hava bæði vit og onnur ofta havt tað trupult. Víkingur, á triðja plássinum, hevur eitt "solidt" 1. deildar lið og serliga á heimavølli er tað trupult at basa teir. Aftaná Víking fáa vit okkum royndar ímóti NSÍ á heimavølli, ið liggur næstovast í deildini.
Sjálvir hava vit eitt lið, ið kann meir enn núverandi sætta pláss í deildini vitnar um, men fáa vit ikki víst tað á degnum, so kann tað gera tað sama at meyla upp í saman um. Her er ikki so nógv meir at siga. Vit skulu hava brúkilig úrslit komandi tíðina og nú hava vit dyggiliga málað okkum upp í ein krók, tí framyvir eru tað einamest sigrar, ið koma at vinna okkum nakra leið uppeftir stigatalvuni.
Tó so, er ongin orsøk at vera alt ov uppgevandi. Har eru hóast alt batar at hóma í bæði spælið og úrslitum og vit síggja ljóst uppá tað til komandi dystir, har vit hava møguleikan at vísa okkum sjálvum og øðrum, at vit hoyra heima ímillum tey bestu í deildini.
Drívið á B71!