Klossut

Hoyviksingar høvdu eina greiða ætlan fyrsta tíman og tað gav úrslit.

Tað var lagt upp til ein torføran útidyst. Frammanundan kappingarbyrjan, og aftur nú steðgur bleiv, orsaka av kava, hevði B71 spælt fleiri venjingardystir ímóti júst FC Hoyvík. Fyrsti dystur í Hoyvík endaði við at heimaliðið úr Hoyvík vann, meðan tann seinna inni í Dal vunnu okkara. Triðji venjingardystur fyri stuttum endaði í javnleiki, men allir dystir vóru merktir av at hoyvíksingar vita hvat teir ætla sær og eru rímiliga stabilir.

Kortini meta vit at vit eiga at vera betra liðið, havandi í huga royndirnar og ambitiónirnar fyri árið. Hvørt vit eru tað, tað vilja úrslitini vísa og her at byrja við, mugu vit staðfesta at vit liva ikki upp til favoritt leiklutin. Kanska vit trívast ikki væl í honum.

Hettar er tó undirornað. Fyrr ella seinni mugu okkara menn taka stigið upp og vera "teir bestu". Vónandi klárað vit at rysta hesa snáving av okkum til komandi útidyst í Klaksvík týskvøldi 11.04, ið somuleiðis verður ein sera torfør uppgáva.


Straffaðir tíðliga

Eftir ein rímiliga, um enn rokutan dyst, ímóti B36 í Gundadali, so vóru vónirnar góðar at vit fóru at fáa okkurt munagott burturúr okkara 2. útidysti á rað, men vit komu rættiliga skjótt niður á jørðina aftur, skuldi tað vísa seg.

Í 5. minutti skorar Petur Frank Holm eitt rótut mál, ið av fyrstan tíð verður tilskrivað sum sjálvmál.

Ivasamt hvussu nógv man skal tíma at skriva um fyrra hálvleik, ið var næstan eitt langt FC Hoyvík álop. At kalla fyrsti tíman høvdu vit lítið og onki at bjóða uppá. Ístaðin er tað Símun Johannesen, ið sleppur at økja til 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki, eftir at hava sneitt bóltin rundanum ein B71 verjuleikara mitt fyri á sekstanmetrinum, ið so endar í netmeskunum.

Onkustaðni hendan tíman vóru enntá tværreisur boð eftir stongini hjá B71, har hoyvíksingar eru óhepnir og ikki fáa økt til bæði 3 og 4-0, ið stóð teimum í boðið hendan tíman.

Hans O. Hentze og Fríðálvur Kjærbo koma inn hendan seinasta hálva tíman og sviarnir báðir fara út. Hettar hjálpir uppá álopsspælið hjá sandoyingum, ið var nærum burtur hesa løtuna. Hans hevur dygdir frameftir, ið eru aðrar enn at skora mál og fer beint til arbeiðis og stressar verjuleikararnra, ið frammandunan hava havt tað sera nemt at spælt bóltin í egnum rekkjum. Fríðálvur kemur inn við meiri orku og er skjótur og evnaríkur.

Málið hjá B71 fellir eisini í 69. minutti, eftir langt fríspark úr egnari hálvu. James sendir bóltin inn í sekstanmeturin har nýggi brasilienarin hjá B71, Romulo Bosquiero er hægstur og skallar bóltin hegnisliga øvugt yvir í vinstru síðu av málinum.

B71 fær fleiri møguleikar at javna hendan hálva tíman, men tað ber tíverri ikki á mál.

Undan dystinum vóru vit ikki áhugaði í einum stigi, men skuldu gjarna hava øll. Eftir loknan dyst høvdu vit verið sera glað fyri eina stigið, tí tað var ikki óuppiborið at vit fóru heim við ongum hendan dagin.

Sigast má harafturat at dómararnir sluppu hampuligt frá uppgávuni og serliga dómarin sjálvur skal hava rós uppiborið fyri at taka sær væl og skjótt av spentum støðum. Linjuverjin, ið ikki dømdi straffi til Tijani, má hinvegin fara til eygnalækna, men tað var nokk tað einasta og soleiðis sum vit spældu, so fara vit ikki at lasta nøkrum dómara fyri okkara egna kleyvaraskap.


Mugu arbeiða

Okkara álopsspæl var for dovið farna dyst. Vit mugu fáa trýst spælið at fungera og harafturat mugu vit vera tryggari í tí sum vit skulu tá vit føra bóltin fram úr verjuni. Alt ov ofta verða tað bara høpisleysir langir bóltar og tá er tað ikki løgið at vit bara fáa alt pressið aftur í høvdið. Ongin fær spælt fótbólt uppá handan mátan. Har má koma ró uppá liðið og tá hinir hava bóltin, mugu vit ikki bara standa og bíða eftir at teir renna okkum niður og norð.

Næsti dystur er í Klaksvík týskvøld 11.04, kl. 19.45! Tá skulu vit til arbeiðis!

Drívið á B71! 

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar