Vardu sigurin heim
B71 byrjaði dystin best, men ein óheppin útvísing broytti útgangsstøði fullkomiliga.
Eftir ein heldur drúgvan steðg, so sluppu vit loksins í gongd aftur í gjárkvøldi í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá B36.
Vit hava góðar royndir við at leika ímóti teimum hvít/svørtu úr høvuðsstaðnum, skilt á tann hátt at vit seinastu árini hava hálað tey flestu stigini heim ímóti júst hesum mótstøðuliðnum. Onki úrslit er tó givið uppá forhond og við einum heldur vánaligum avriki á heimavølli í bakhøvdinum, so var tað sera týdningarmikið at vit fingu eitt gott úrslit við okkum aftur í Sandoynna.
Tað byrjar eisini væl. Eitt álop í 5. minutti endar við at Jónatan Kjærbo sendur eitt gott langskot avstað, ið brestir í tvørtræðið og bólturin dettur eftirfylgjandi niður fyri føturnar á Tijani Mohammed. Málverjin hevur blakað seg, so tað er púra opið mál í fimm meturin og allarhelst eitt tað lættasta málið nakrantíð at skora og TJ setur eisini fótin á og potar bóltin í netið til 1-0.
Hendan gleðin varar tó bert í tveir minuttir, tí longu í 7. minutti verður Bartal Klein spældur leysur ímóti málinum og javnar til 1-1.
Ein svipsari, ið tíbetur verður rættaður aftur í 13. minutti, tá Tijani Mohammed er fyrstur á einum innleggið og fær skallað bóltin í málið til 2-1.
Tað gongur sum heild hampuliga væl hjá B71, ið er betra liðið í 1. hálvleiki, men hettar broytist alt nokkso markant í 41. minutti, tá Kristian Krog Hentze, ið longu er á einum gulum korti, verður mettur at taka mannin heldur enn bóltin í eini takling og fær so tað seinna gula kortið og verður rikin av vølli.
Vit halda leiðsluna til hálvleiks, men tað er sikkurt at nú lukta B36arnir blóð.
2. hálvleikur byrjar tó ikki við tí villa yvirváginum beinanvegin. Eina løtu eru B71 væl við og tað spyrjast onkrir hálvir møguleikar burturúr, men sum tíðin gongur, so verður størri og størri dentur lagdur á at verja leiðsluna og royna at fáa sigurin í hús.
B36 tekur tískil yvir, men hava tað ógvuliga trupult við at bróta ígjøgnum tjúkka gula múrin av B71 verjuleikarum. Vandamiklast eru nokk deyðbóltsstøðurnar, men vit klára at ríða stormin av og eru hepnir tá tað krevst.
Ungi málverjin, Wenningsted Ørvarodd, spældi harafturat fyri fyrstu ferð í málinum í 1. deild í ár og var klárur tá boð vóru eftir honum. Týdningarmesta inntrivið er óivað júst ein deyðbóltur, tá B36 fáa fríspark beint uttanfyri feltið. Skotið er lágt og úti í síðuni, men Wenningsted er skjótur niður og skumpar bóltin út í síðuna, heldur enn at royna og halda honum, púrasta eftir bókini.
William Ankerhake, úr Svøríki leikti harafturat eisini fyri fyrstu ferð í gjár, tá hann kom inn ístaðin fyri Hans O. Hentze tíðliga í 2. hálvleiki. Týdningarmikið er tað at fáa hendan nýggja mannin í spæl og í dystarvenjing. Við 7 dystum í apríl mánaði, so koma vit at hava stóran tørv á øllum og at rotera fólkið mest møguligt.
Tá 90 minuttir + yvirtíð er farin afturum, so er tað tíbetur B71, ið er omaná og hevur megna at hildið fast um leiðsluna. 3 stig eru komin, kanska eitt sindur hálvdýrt, men ótrúliga týdningarmikið, á kontoina.
Einvegis kortspæl
Við dystarenda fór man at eftirhyggja støður í dystinum og hagtøl o.a.
Tað vísir seg at B71 munnu hava verið ógvuliga nógv meiri beistaktigir enn B36 leikararnir, ið munnu hava verið sera fittir, men nógv órættaðir á vølli í gjárkvøldi.
5 gul kort, umframt eitt 6, ið resulteraði í einum reyðum korti fingu vit yvir 70 minuttir, meðan B36 fekk onki kort. Minnist meg rætt, so vóru tey flestu kortini hjá B71 í lagi. Vit vardu manniliga og hettar merkir ógvuliga ofta at man má spæla harðari enn vanligt og kanska taka fleiri kjansir við taklingum enn man annars hevði um vit spældu 11 ímóti 11.
Hinvegin minnist eg fleiri støður ígjøgnum dystin, har eitt gult kort saktans kundi verið givið B36, men av eini ella aðrari orsøk, so er tað sum ikki eina ferð rættiliga tilvildarligt nær og til hvønn kortini fella.
Kanska vit eru bara so nógv meiri ólógligir, hvør veit. Men her frá ivast man. Vit mugu vanda okkum um spælið framyvir, sær tað út til.
Skírishósdag í Hoyvík
Næsti dystur verður longu komandi hósdag, skírishósdag, í Hoyvík. Tá ferðast vit norð at hitta hoyvíksmenn, ið, eins og vit, vunnu sín dyst í gjár. Teir gjørdu ikki mætari enn at vinna ímóti Skála, ið sum kunnugt vann ímóti okkum inni í Dal í 1. umfari.
Sigast má at alt er opið og lagt er longu upp til ein brand páskadyst um eini 4 dagar, á útivølli.
Vit gleða okkum!
Drívið á B71!