Skuffandi byrjan
Uppgávan var torfør á pappírinum og sum dysturin fráleið, varð staðfest at uppgávan var torfør yvirhøvir.
Fyri fyrstu ferð í eini 10-15 ár hevur besta mansliðið hjá B71 fingið tilluttað favoritt leiklutin í oddastríðnum um uppflyting í bestu deildina úr næstbestu deildini. Hesi skoðsmálini eru hart vunnin og eru ikki komin av ongum. Fyri 6 árum síðani vunnu vit okkum upp aftur úr triðjbestu deilini og máttu prógva av nýggjum at vit yvirhøvir megnaðu at vera verandi í næstbestu deildini. Nógv vóru tey ið søgdu at B71 var yvir og farið um tað mundi. Tíbetur megnaðu vit, hóast stríggið, at fóta okkum og eftir tvey fylgjandi ár við reyvini í vatnskorpuni, so gjørdust úrslitini betri. Stórt rós til allar leikarar, ið hesi 6 árini hava mynda liðið, bæði teir sum enn leika, men eisini teir sum eru farnir víðari til onnur lið og víðari í lívsleiðini, heilt ella fyribils.
Líka stórt rós skulu venjarar, hjálparfólk og nevndir eiga, tí hesir eru eitt lið, ið dúvar nógv uppá at nógv verður arbeitt og fyrireikað aftaná kulissirnar. Sjálvandi er tað satt um øll lið, men uppgávan at hava eitt kappingarført lið, er eins torfør her og aðrastaðni og uppá ymsar avgerandi mátar, uppaftur torførari.
Manfall
Sjálvt um vit vóru væl mannaðir til dyst, tá avtornaði, so var ein stór avbjóðing, ið forstýraði meir enn gott er. Seinasta venjingardyst í Klaksvík skar nýggi miðvallaleikarin Alejandro Ortega seg í knæði, tá hann datt niður á gagguna á mótstøðuleikara. Pentir í knæðið merkti tískil at hann fekk ikki verið við í venjingum og tískil eiheldur mettur klárur til dyst í vikuskiftinum sjálvandi. Bogi Hentze, ið somuleiðis spælir á miðjuni og oftast er nokkso sjálvskrivaður, mátti eisini sita hendan dystin yvir orsaka av sjúku. Ymiskir aðrir smáskaðar og ein størri skaði hevur somuleiðis darva fyrireikingarnar.
Hettar er sjálvandi ongin umbering, men ein staðfesting at tað er ein óheppin støða at vera í til fyrsta dyst, ið er somikið týdningarmikil, fyri at skapa góðan stemning og fyri trúnna.
Úrslitið gjørdist sum vera man eitt tap og ónøgdsemi og skuffilsi var týðiligt á og rundanum vøllin. Hettar er sjálvsagt, tí vónir vóru til meira. Einasta, ið man má hava í huga eftirfylgjandi er at liðið klárar væl meira enn tað sum bleiv víst á degnum. Hettar var óheppið, men ikki avgerandi.
A scrappy game
Soleiðis vóru orðini frá B71 venjaranum, Richard Goffe, eftir dystin. Scrappy vísir tíðum til dysti, ið eru ljótir, illa spældir, undir ringum umstøðum og generelt onki stórt upplivilsi fyri nakran. Vinnarin av hesum kann vera glaður fyri úrslitið aleina, tí sjáldan er nógv at skriva heim um.
Í øllum førum soleiðis sá tað út fyri okkara viðkomandi hendan dagin í gjár. B71 spældi snøgt sagt av heitasta til, men Skála var ikki stórt frægari. Í fyrra hálvleiki eru tað tó skálamenn, ið eru teir raskastu og sandoyingar finna als ikki hvønn annan á vøllinum. Annar hálvleikur var ikki nógv frægari, men hann var til tíðir frægari og tá vóru liðini meiri jøvn.
Dysturin var heldur ikki meir enn 7 minuttir gamal, so er Skála á odda við einum fínum langskotið. Ikki nakað dystaravgerandi beinleiðis og meira at kalla ein óheppin byrjan, ið skal vendast. Men tá dysturin er sum hann er, so bleiv tað dystaravgerandi kortini.
Tað eru sum sagt skálamenn, ið stýra tí allarmesta og B71 hevur ógvuliga lítið at bjóða inn við hendan hálvleikin. Í byrjanini av seinna hálvleiki sær frægari út og B71 hevur eisini ein stóran møguleika at javna, men hesin møguleikin verður misnýttir og skotið fer uppum mál ístaðin.
Tosað verður aftur og fram um 2-3 størri møguleikar, eftir dyst, men tá tað eru møguleikar yvir ein heila dyst, so sigur tað ikki onki um góðskuna á upplivilsinum.
Síðstu minuttirnar trýsta B71 harðari og harðari og hettar merkir sjálvandi at vit verjan má flytast hægri og hægri upp á vøllin. Av tí sama, so opnar tað fyri skjótum mótálopum og í 90. minutti vinna Skálamenn bóltin úti í eina borðinum og gera skjótt av og senda bóltin yvir í hitt borðið, har Dávid Johansen verður leysur ímóti málverja okkara, ið ger tað rætta og rennur av øllum alvi út at verða fyrstur á bóltinum. Hettar miseydnast og bólturin fer uppum málverjan og í málið til endaligu støðuna 2-0.
Mugu duga betur
Uppá allar mátar vóru vit við undirlutanum í gjár. Møguliga høvdu vit eitt verrið byrjunargrundarlag enn Skála, men tað kann ikki vera umberingin. Vit koma at mangla fólk yvir eitt kappingarár og óansæð hvussu moðið tað er at standa og mangla fólk við kappingarbyrjan, so er tað bara veruleiki. Hinvegin er tað lættari at gera størri broytingar við liðnum, jú longri vit koma út í kappingarárið, so tann ivin skal hóast alt koma monnum til góðar.
Eisini sinnalagið má fáast rættlag og tað beinanvegin. Okkara vóru alt ov illir. Inná døming og sikkurt eisini okkum sjálvar í seinasta enda. Vit høvdu væntað okkum meira og nú skuffaðu vit. Sigast má at vit vóru hepnir at hava allar mans á vøllinum eftir dyst, tí tað er líka við at vit høvdu uppiborið minst eitt reytt kort. Hettar er ikki í lagið og tað eru dummir feilir sum hesir, ið kosta okkum meir, enn ein illa dømdur dystur nakrantíð ger.
Nú er ein heilur dagur farin afturum og sinnaløg eru vónandi kólnaði. Tað verður gerandisdagur aftur og nýggjar fyrireikingar til næsta dyst, ið verður í Klaksvík ímóti KÍ, komandi leygardag. Latum okkum taka av møguleikanum at byrja kappingarárið á nýggjum um eina viku og so dríva vit á tey írestandi 26 umførini.
Nógv stig eftir at spæla um og komandi tíðina fara betri úrslit at standa fyri framman.
Drívið á B71!