Ungur miðvallari úr Svøríki
Isak Tejeda er 21 ára gamal og úr Svøríki. Seinastu tíðina hevur hann royndarvant við besta liðnum og í gjárkvøldi skrivaðu vit undir sáttmála fyri komandi kappingarár.
Á hvørjum árið hevur B71 ymsar leikarar til royndarvenjing. Ikki eru teir nógvir í talið, tí ein stórur partur av kanningararbeiðnum verður gjørdur áðrenn hesir vera bidnir koma til landið og leikarar koma bert til landið eftir tørvið.
Fremst av øllum er menningin av egnum leikarum, men tíverri er økið ov fáment, um ynski er at fáa liðið í bestu deildina. Góðskan er har, men breiddin manglar.
Nýggi leikarin hevur ikki tær stóru royndirnar at vísa á, men royndarvenjingin gekk væl og sum persónur er maðurin ógvuliga áhugaður í at venja hart og mennast.
Afturat miðvøllinum, so er møguleiki fyri at Isak kann gera seg galdandi á øðrum plássum m.a. í verjuni, so tað fer tíðin at vísa hvar maðurin best passar inn.
Vit gleðast um at tað legst afturat og at vit fáa fleiri streingir at spæla uppá.
Hjartaliga tillukku við sáttmálanum Isak!
Drívið á B71!