Formaðurin og slóðarin

Jógvan Nicodemussen, betri kendur sum Jógvan í Klingruni, fór um sýn farna árið.

Í dag, 03.01.2023, hevði Jógvan havt føðingardag og vit vildu tí heiðra mannin við at endurgeva brot úr grein, ið stendur at lesa í Jólablaðnum, ið B71 gav út í fjør, har vinmenn hansara greiddu frá um hendan forkunnuga mann.

Jógvan í Klingruni

Undangongumaðurin í øllum hesum var Jógvan í Klingruni saman við øðr­um ungum áhugaðum monnum.  Í tíð­ini, tá vit vuksu upp norði í Bø ella norði í Triðinginum sum tað ofta varð kall­að, varð Jógvan ein magnet fyri okk­um smádreingir. Fullir í forvitni, plagdu vit at fara inn í kjallarin í Klingr­uni, tá hurðin stóð opin. Tá vistu vit, at Jógvan var komin frá arbeiði. Tá vóru vit skjótir at fara at vita, hvat hann gjørdi. Hann týmdi altíð so væl at práta við okkum. Jógvan lærdi til timb­urmann hjá Jógvani í Miðstovuni.

Hann gjørdi skip og bátar, sum vit vóru øgi­liga áhugaðir í, tí alt sum Jógvan gjørdi var tað so framúr vakurt og list­ar­liga snøgt. Vit droymdu eisini um, at kanska fór Jógvan at geva okkum eitt skip í part onkuntíð. Tað hevði ver­ið stuttligt at siglt niðri á Vatni við teim­um. Vit tordu ikki ordiliga at biðja hann geva okkum skip, tí vit vóru nokk ov smædnir. Í eina tíð høvdu so tvey skip verið ávegis leingi, tey vóru ikki ordiliga liðug. So ein dagin sig­ur hann: ”Hygg, hesi skulu tit eiga!”  Teimum høvdu vit nógva gleði av.
Flestu fólk í Sandoynni og aðrastaðni við, kenna listarligu fjalsstavarnar, grindaknívarnar, sum Jógvan dugdi so væl at gera.

Í einum horni í kjallarinum lá fótbólturin hjá Jógvani, ein leðurbóltur. Mangan stóð Jógvan og sjonguleraði við bólt­inum, fóturin, knæið og onkuntíð kom bólturin upp á pannuna eisini. Vit hugdu við stórum eygum, tí vit klár­aðu ikki at jongulerða so nógvar ferðir sum hann tá. Eitt sum hann dugdi líka væl sum ein sirkusartistur, var at snurra við bóltinum á fremsta fingri, tá stóðu vit bara og hugdu og gapaðu.



Stutt eftir at fótbóltsfelagið var stovn­að á nýggjárinum í 1970, vísti hann okk­um tekningina av búmerkinum, sum hann hevði teknað. Hann ætlaði, at merkið skuldi setast í bringuna á gulu troyggjunum. Nakað seinni bleiv merkið prentað  á toystykki. Ein øgi­liga áhugaður heimsandsmaður, Bogi Petersen, hevði sæð eina lýsing í onkrum donskum blað, at til bar at senda merkið/tekningar til teir í Danmark og fáa tað prenta á toystykki. Tað varð gjørt, so nakrar vikur seinni kom pakkin úr DK við 50 búmerkjum. Tey máttu mammurnar ella ommurnar ómaka sær við at seyma í vinstru síðu á gulu troyggunum við bláu rondunum. Tað hevur verið búmerki síðani. Tað er ringt at finna vakrari búmerki enn tað hjá B71.

Jógvan hevði eisini sum heilt ungur ver­ið við heimasandsmonnum og sigið eft­ir lomvigareggum norði á Drang. Nakr­ar dagar eftir hetta, rópti hann okk­um inn kjallaran og segði, at nú fara vit allir inn undir Hamar at síga. Hann hevði rigga eina bjargalínu til við øll­um tilhoyri, sum var í dreingjastødd. Alt var gjørt á sama hátt, sum tann línan hann hevði hingið í berginum nakr­ar dagar frammanundan. Vit vóru ikki heilt álviligir at fara út av tromini, tá okkara tørn kom, men hann segði, at tað var onki at vera bangin fyri. Men ein avbjóðing var tað at leggja seg afturá og seta sítt álit á togið. Allir sluppu at vera loraðir niður av Hamrinum. Onkur av teimum yngru, sum vóru lættari, sluppu eisini at vera drign­ir uppaftur, tí teir vóru ikki so tungir at draga.



Nakrar dagar seinni skipaði Jógvan fyri, at nú skuldu vit fara at læra okk­u­m at fleyga lunda. Hann hevði sjálvur gjørt sær eina fleygingastong við stang­arhorni, ørmum, og netið hevði hann sjálvur rutt. Hann hevði fingið áhugan frá pápa sínum og Dániali mor­bróðrinum, sum høvdu havt hann við sær, bæði út undir Høvda og í Urða­røkur, tá hann var so frægur. Til lunda brúkti hann ein gamlan vøtt. Vit skiftust um at sita á einum bakka við fleygingarstongini, tá Jógvan so kast­aði ”lundan” framvið, skuldu vit royna at bera upp og fáa vøttin í netið. Í fyrstuni gekk illa, men tá nakrar roynd­ir vóru gjørdar, eydnaðist tað onk­untíð.

Lagnuni stýra vit ikki. Jógvan var fyri ár­um síðan, raktur av herviligari sjúku, sum hann ikki vann á. Og eftir at hava stríðst harðan dyst, andaðist Jógvan tann 13. mars í ár, 75 ára gamal.

Vit eiga nógv góð minni eftir Jógvan.

Friður verið við minninum um farna formannin, vinin og felagan, Jógvan í Klingruni.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar