Hin Klæmint Olsen
Ja tú las rætt. Ella las tú skeivt. Í øllum førum, so hava vit skriva undir við Klæmint hjá Finnbjørg og Kára í Skopun.
Ungi skopuningurin, við sama navnið sum ein annar fótbóltsleikari, hevur valt at vera við í besta liðs hópinum komandi ár.
Klæmint er málverji og hóast hann bert er 26 ár, so verður komandi kappingarár, 10. árið hann hevur luttikið í størri og minni mun rundanum besta liðið og við næstbesta liðnum hjá B71. Stundum hava arbeiðsumstøðurnar forða fyri at tað hevur borið á mál at fáa mannin at spæla regluliga og skriva sáttmála, hóast evnini altíð hava verið har, men nú var møguleikin loksins har og úrslitið er at tilkomni skopuningurin verður partur av málmanstoyminum komandi kappingarár, saman við Gerhardi og Wenningsted.
Vit gleða okkum at síggja kapping og samstarv teirra millum í 2023 og leggja allir seg í seðlan, so verður trupult hjá venjarum at taka dagar ímillum málverjarnar komandi kappingarár eisini.
Klæmint er sera dugnaligur og hjálpsamur leikari, ið tó ikki plagar at smæðast burtur ímillum leikararnar, men sigur og ger tað hann heldur er rættast.
Hjartaliga til lukku við sáttmálanum og drívið nú á!